Nú er ein sangur gjørdur um avgustin, sum fyrradagin sprongdist, tá hann var hálaður upp á Hvalastøðina við Áir.
Søgan og ikki minst videobrotið, ið vísir hendingina, hevur verið at sæð í fjølmiðlum kring allan heimin, og nú er eisini ein sangur gjørdur um avgustin.
Tað er 30 ára gamli sjónleikarin Jákup Dahl úr Fuglafirði, ið hevur gjørt eina lítla yrking um avgustin, og síðani hevur hann brúkt app´ina Songify til at gera lagið.
Spurdur hví hann valdi at gera ein sang um avgustin, hevur Jákup Dahl eitt stutt og einfalt svar:
- Alt, sum rørir við avgustin verður eitt hitt. Tí gjørdi eg sangin, sigur Jákup og leggur so aftrat:
- Tí havi eg eisini gjørt sangin á enskum.
Hoyr sangin "Hvat hendir, um mann poke´ar ein avgust" við at trýsta her
Og hoyr ensku útgávuna "Sperm Whale" við at trýsta her