Í nátt hevur onkur brotið inn í eini privathús í Havn eftir brennivíni.
Løgreglan fekk boð um innbrotið um sjey tíðina í morgun, tá ið tað varð uppdagað.
Onkur hevur brotið ein rút í einum húsum og er farin inn, har viðkomandi hevur stolið tveir kassar av øli og einar fýra ella fimm fløskur av rúsdrekka.
Annars sigur løgreglan frá eini stak friðarligari nátt.
Nógv fólk var í býnum og løgreglan sigur, at ymisk smáttarí hava verið av fullum fólki.
- Men eingin hevur verið handtikin og tá ið eingin verður handtikin eina nátt, sum í nátt, mugu vit láta væl at, sigur løgreglan.
Vakthavandi sigur, at yvirhøvur er tað teirra fatan, at fólk duga sær nógv betri hógv í brennivíni nú, enn tey gjørdu fyri bara einum 15 árum síðani.
Fyrr var nógv meiri rok av brennivíni og oftan máttu so nógv fólk handtakast, at fleiri sótu í sama kliva.