Nú okkara hetjur hava riggað av aftaná eitt megnar avrik í Oslo, so kunnu vit staðfesta, at føroyingar eru at finna fremst í teimum ymisku yvirlitunum aftaná innleiðandi bólkaspælið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er fjórðbesti málskjúttin aftaná innleiðandi bólkaspælið.
Elias hevur skotið 27 mál upp á 36 málroyndir. Portugisiski Francisco Costa er fremst á yvirlitinum við 29 málum. Men hann hevur brúkt 43 málroyndir fyri at røkka hesum 29 málunum.
Óli Mittún er nummar níggju á yvirlitinum við 23 málum upp á 26 málroyndir.
Á yvirlitinum við flest brotskastsmálum deilir Elias fyrsta plássið saman við Rutger Ten Velde hjá Niðurlondum og Nikola Riganovic hjá Svøríki. Teir hava allir skorað 12 mál upp á brotskast. Tó hevur Elias skotið 14 brotskøst, meðan Ten Velde og Riganovic hava skotið 13 brotskøst hvør.
HER eru yvirlitini har Elias er millum teir fremstu í Evropa:
##med2##
##med3##













