hvat teir í so fall høvdu tosað um. Til hetta svaraði Poul Nyrup, at hann var sera glaður fyri at staðfesta, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanning. - Fyri fyrstu ferð í fýra ár, hava vit kunna [...] farnir í dýpdina í bankakanningini, men hava avgjørt at halda sambandið hesum viðvíkjandi. Men vit venda aftur til málið seinni. - Eg rokni tó við, at vit tosa eitt sindur meiri um málið á fundinum í morgin [...] tilfarinum, sum hevur verið at síggja í donskum fjølmiðlum seinastu tíðina, varð roknað við, at spurt varð nógv meiri um hesa kanning. Serliga Politikken og Jyllandsposturin, hava gjørt nógv burturúr seinastu dagarnar
hann ikki trýr uppá, at tað er møguligt at hava hall á fíggjarlógini í fleiri ár aftrat, og tí er neyðugt, at tillaga tann almenna sektorin soleiðis at tú í øllum førum hevur eitt minni halla á komandi [...] Vit síggja í lønargjaldingunum, at er afturgongd í framleiðsluvinnunum so tillaga tær privatu tænastuvinnurnar seg til broytingarnar, meðan tann almenni sektorurin lívir eitt heilt annað lív, ið einki [...] ikki fylgja gongdini í primervinnuni og eftirspurninginum hjá henni, so er ein skeiv gongd í búskapinum. Og sær hann hetta sum ein trupulleika, at almennar og privatar tænastuvinnur hava ilt við, at tillaga
hóast konan í løtuni er til umlætting á røktarheiminum í Klaksvík. 40 ár til koyrikort Vit hava avtalað eina tíð til hesa samrøðuna umleið kl. 13:15. Í telefonini hevur hann sagt mær vegin niðan í Vágsgeil [...] hann sjálvur í nógv ár omanfyri 40 ár - givið frálæru í teori og koyring til klaksvíkingar og norðoyingar, bæði tá talan var um persónbil, lastbil og motorsúkklu. - Hvussu nógv fólk hava tikið koyrikort [...] sum skuldi koma til døgurða í dag. - Hann arbeiðir hjá IRF, men helst er okkurt komið í vegin, og tí kom hann ikki í dag. - Tað vóru annars so deiligar frikadellir á skránni í dag! Hesar góðu frikadellurnar
botnur møttust í Hoyvík, tá H71 tók ímóti StÍF. Munurin á liðunum var bert tvey stig undan dystinum, men við sigri til VÍF er landskappingin farin í tvey. Trý lið hava lagt seg heilt fram í oddin, meðan [...] meðan trý lið liggja og róta í botninum. VÍF var omaná H71 hevur verið eitt av yvirraskandi liðununum fyrstu umførini í ár. Ikki var væntað tað heilt stóra av teimum, men undan dystinum vóru teir heilt tætt [...] hevur VÍF vunnið seg uppá annað plássið, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið Neistan. Teir hava eisini vunnið tveir dystir á rað, so nú sær út til, at VÍF er komið veruliga í gongd. Hjá H71 sær minni gott
europeiskan fótbólt í 2003. Men NSÍ hevur longu nú fingið ein stóran trupulleika at dragast við í sambandi við finaluna. Trupulleikin er, at eingin av teimum trimum, sum higartil í ár hava mannað NSÍ álopið [...] reytt longu í 1. hálvleiki ímóti B36. Reytt kort í landskappingini hevur leikbann við sær í næsta dystinum. Tað vil siga, at Óli Hansen verður leikbannaður ólavsøkudag, tí tað verður ikki spælt í landskappingina [...] álopinum? ? Hann hevur ikki verið í álopinum hjá NSÍ í ár. Hann hevur verið miðvallari, og tað hevur riggað væl. Vit hava arbeitt við at skipa liðið, og tað ber ikki til bara at flyta fleiri spælarar úr leiklutunum
um, at børnini kanska um fá ár fóru at hvørva úr mínum sjónarringi, og kanska ongantíð fóru at koma aftur at vera partur av mínum gerandisdegi, skrivar Armgarð Arge. - Her í Føroyum eru nakrar útbúgvingar [...] byrjanin til fleiri. Men við góðum prógvum og gyltum málum er at fara í útlagið land. Og møguleikarnir eru nógvir. Nú hevur pisan nógv í at velja. Ymiskar útbúgvingar og fleiri lond. Ísland, Noreg, Ongland [...] nú endaliga var skumpað av rókini. Skumpað og skumpað er kanska í so nógv sagt. Ein mamma er jú ein mamma við stórum M, og gott er at hava fult reiður og ungarnar undir sínum veingjabreiði. Men møguleikarnir
kunnu vit jagstra okkara sjófólk í langfarasigling av landinum. Tann peningur, sum teir koma inn í landið við, er jú við til at menna okkara samfelag. Um vit vilja hava peningin aftur til landið, sum okkara [...] fíggja skattalættan, tá langfarðafólkið ikki skal gjalda meir. Jú, tað skal gerast millum annað vit at: Spara í umsitingini, til dømis tá vit umboða Føroyar uttanlands, og heil fylgir fara avstað, har hetta [...] skattalættan, við at taka frá teimum sum sigla úti í heimi og eru skattaðir undir øðrum skipanum. Tað gevur onga meining, at føroyingar við hesum skipum, fáa minni í løn, enn teirra starvsfelagaðar. Eisini kann
at eitt landsstýri í dag kundi funnið uppá at spart hesar virðislønir burtur. Umfram hesar virðislønir hava vit eisini eina barnabókavirðsløn útnorðurs, sum verður latin annað hvørt ár. Hendan heiðursløn [...] um eina íðu, sum mól í klingur í miðjuni. Hann fylgir síni sannføring uttan mun til kostnaðin. Hann er ein av okkara fáu veruligu europearum og sum góður europeari er hann rótfestur í gamlari heimligari [...] innan føroyskt tónleikalív. Í nærum hálva øld hevur Ólavur Hátun stríðst fyri hesum máli at hækka støðið, serstakliga innan kórsangin. Hann hevur virkað sum tónlistalærari í Føroya Læraraskúla, hann hevur
sum fótur í hosu at fáa teir eystur eftir rásini, og steðgað verður ikki á, fyrr enn allir eru í rættini. At binda í og leiða upp gongur bæði skjótt og væl. Tann frammorreyði verður bundin í bakkabandið [...] regnað av grimd alla tíðina, vit hava verið inni í skorini. Men ikki eru vit meira enn setstir at fáa okkum aftur á Skoradali, tá tað slítur í, og vit sita knappliga í besta summarveðri. Jú, skjótt er [...] teimum seytjan hornaseyðunum, sleptir vórðu í Vestaru Skor í vár. Og tað rokna menn sum eitt sámiligt úrslit. Tí ikki er óvanligt, at okkurt fer fyri bakka í slíkum støðum. Boðini komu einar fjúrtan dagar
politinum eisini verið gjørd í Føroyum. Í fjør vísti kanningin, at illa stóð til við trivnaðinum í politinum í Føroyum. Ein tann ringasti í ríkinum. Og tað er einki petti frægari í ár, vísa úrslitini, sum r [...] fólk hava sagt upp. Bara hendinga fólk í politinum hava sagt seg sjálv úr starvi. Onkur eru farin niður í hálva tíð, og í góðum tíðum eru summi farin í farloyvi, men so skjótt sum minni arbeiði er í landinum [...] júst hevur kunngjørt. Samanlagt hava starvsfólkini í politinum í Føroyum svarað, at misnøgd teirra er verri enn í nøkrum øðrum politiøki í ríkinum. Úrslitið er verri enn í fjør, og misnøgd er við alt, s