Ólavsøkudag skal NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð vera annar parturin av finaluni um løgmanssteypið. Um veðrið skikkar sær betri, enn tað gjørdi ólavsøkudag í fjør ? og hví skal tað ikki tað ? so kann roknast við, at fleiri túsund áskoðarar við løgmanni á odda fara at møta upp at síggja HB og NSÍ stríðast um fyrsta atgongumerkið til europeiskan fótbólt í 2003.
Men NSÍ hevur longu nú fingið ein stóran trupulleika at dragast við í sambandi við finaluna. Trupulleikin er, at eingin av teimum trimum, sum higartil í ár hava mannað NSÍ álopið, sleppur upp í part á ólavsøku. Sonni L. Petersen og Óli Hansen eru leikbannaðir, og Christian Høgni Jacobsen fer at halda ólavsøku í Vejle.
? Vit royndu í síðstu viku og aftur mánamorgunin at fáa Vejle at geva Christian Høgna loyvi at spæla finaluna við okkum. Tað hava teir sagt nei til. 3. august skulu teir spæla fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum. 30. juli skulu teir spæla síðsta fyrireikingardystin. At teir ikki vilja geva Christian Høgna loyvi at fara til Føroya at spæla bendir á, at teir ætla at brúka hann í Vejle álopinum. Tað er gott fyri Christian Høgna, men tað hjálpir ikki okkum úr tí knípuni, sum vit nú eru komnir í.
Tað er Jógvan Martin Olsen, sum vit tosa við. Venjarin hjá NSÍ harmast sjálvandi um, at annar av álopsspælarunum hjá honum, Óli Hansen, sunnudagin sá reytt longu í 1. hálvleiki ímóti B36. Reytt kort í landskappingini hevur leikbann við sær í næsta dystinum. Tað vil siga, at Óli Hansen verður leikbannaður ólavsøkudag, tí tað verður ikki spælt í landskappingina fyrrenn eftir ólavsøku.
? Tað er óneyðugt hjá mær at siga við Óla, at tað var burtur úr vón og viti at fáa hatta reyða kortið. Hevði tað verið, tí dómarin hevði havt snýtt hann fyri eitt mál ella eitt brotsspark, so hevði tað kanska verið lættari at skilt, at hann var frustreraður, men hetta gekk fyri seg langt úti á vøllinum. Óli var sera uppsettur til dystin, og hann hevur sum allir hinir verið uppsettur til finaluna. Tí iðrar hann seg almikið, men tað hjálpir ikki upp á veruleikan, at føstu álopsmenninir hjá okkum ikki vera við, tá vit skulu spæla finaluna.
Umframt Christian Høgna Jacobsen og Óla Hansen sipar Jógvan Martin Olsen til Sonna L. Petersen, sum hevur verið í NSÍ álopinum saman við Óla Hansen í so at siga øllum dystunum higartil.
Í seinnu hálvfinaluni ímóti B68, sum varð spæld á grasinum á Svangaskarði, fekk Sonni L. Petersen gult kort. Tað var triðja gula kortið hjá honum í steypakappingini. Tí hevur tað leingi verið greitt, at hann fór at verða leikbannaður í finaluni. Kortið var púra óneyðugt. NSÍ var á odda 3?1, og Sonni sá gult fyri at vera orsøk til fríspark langt frammi á B68 helvtini.
? Sonni veit eins væl og Óli, at kortið, sum hann fekk, var púra óneyðugt, og at leikbannini hava sett okkum í eina torføra støðu, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hvussu ætlar tú at loysa trupulleikan, sum hetta má metast at vera hjá tykkum?
? Tað er í hvussu so er púra greitt, at vit fara ikki til Havnar at grava okkum niður á Tórsvølli. Vit fara at spæla okkara møguleika, og tað vil siga, at vit fara at spæla í hvussu so er við tveimum álopsspælarum. Mest upplagt er tað, at vit flyta Helga L. Petersen av miðvøllinum og fram í álopið. Ken Nónklett er í hópinum sum álopsspælari. Hann hevur verið skaddur, men nú er hann komin fyri seg aftur. Í løtuni dugi eg ikki at síggja annað, enn at hann er besta boðið upp á álopssessin við síðuna av Helga L. Petersen, sigur Jógvan Martin Olsen.
Gert Langgaard plagar viðhvørt at vera í álopinum?
? Hann hevur ikki verið í álopinum hjá NSÍ í ár. Hann hevur verið miðvallari, og tað hevur riggað væl. Vit hava arbeitt við at skipa liðið, og tað ber ikki til bara at flyta fleiri spælarar úr leiklutunum, sum teir eru vandir at vera í. Tað ber nýggjar og stórar trupulleikar við sær.
Nervar fyrireikingarnar
Mikudagin í komandi viku fer NSÍ til Akureyrar, har teir í eina viku skulu fyrireika seg til steypafinaluna og seinna partin av landskappingini.
Tað er upplagt, at Óli Hansen og Sonni L. Petersen framvegis fara at manna álopið hjá NSÍ, tá tað aftur verður farið undir landskappingina. Tað vil siga, at í fyrireikingunum til landskappingina skulu teir vera við, men tá NSÍ fer at fyrireika seg til steypafinaluna, verður ikki pláss fyri Sonna og Óla:
? Hetta er ein keðilig støða at vera í. Í tí stóra og heila má roknast við, at fyrireikingarnar til finaluna og landskappingina undir vanligum umstøðum ikki skuldu havt verið so ólíkar, men nú verður munur á, og tað fer at órógva, heldur NSÍ venjarin.
Jógvan Martin Olsen var ikki illa nøgdur við spælið hjá NSÍ ímóti B36.
? Hóast vit spældu við tíggju monnum í meiri enn helmingin av tíðini, so áttu vit at havt vunnið øll trý stigini. Vit høvdu yvirvág í spæli, og vit høvdu størri møguleikar, enn B36 hevði, heldur NSÍ venjarin.
Í hesi vikuni hava NSÍ spælararnir summarfrí. Í komandi viku fara teir undir fyrireikingarnar til steypafinaluna, og tá skulu teir spæla við nýggjum álopi, meðan Óli Hansen og Sonni L. Petersen fara at hyggja at, og meðan Christian Høgni Jacobsen fer at stríðast fyri at vinna sær fast pláss á 1. deildarliðnum hjá Vejle.