Mamman sigur farvæl

Armgarð Arge greiðir í bókini Exit Føroyar frá, hvussu tað kennist at siga farvæl til børnini, sum fara av landinum at lesa. Hugleiðingarnar eru inniligar og hjartanemandi.

- Sum foreldur flest hugsaði eg, hvat yrkið barnið fer at velja. Meðan tey vóru lítil og hálvvaksin, komu mær ikki til hugs ræðandi tankar um, at børnini kanska um fá ár fóru at hvørva úr mínum sjónarringi, og kanska ongantíð fóru at koma aftur at vera partur av mínum gerandisdegi, skrivar Armgarð Arge.

- Her í Føroyum eru nakrar útbúgvingar, og á Fróðskaparsetrinum byrjanin til fleiri. Men við góðum prógvum og gyltum málum er at fara í útlagið land. Og møguleikarnir eru nógvir. Nú hevur pisan nógv í at velja. Ymiskar útbúgvingar og fleiri lond. Ísland, Noreg, Ongland, Amerika og Avstralia. Alt ber til, og eingi mørk eru – heimurin liggur víðopin fyri teimum. Aðrar mentanir, listasøvn, onnur menniskju, matmentanir, stórir lærdir skúlar, øðrvísi veðurlag, møguleikar fyri at síggja onnur lond fyri lítlar og ongar pengar.

- Og so kom dagurin, tá mínar pisur fóru! Av klettunum til onnur lond. Stóri, hvíti fuglurin hjá Atlantic Airways fór avstað við okkara pisu, sum nú endaliga var skumpað av rókini. Skumpað og skumpað er kanska í so nógv sagt. Ein mamma er jú ein mamma við stórum M, og gott er at hava fult reiður og ungarnar undir sínum veingjabreiði. Men møguleikarnir hjá teimum ungu eru so nógvir og glæsiligir, so ikki kunnu vit annað enn gleðast saman við teimum, at heimurin liggur víðopin, og lívið lær.

Men, sum dagurin nærkast, at ungin skal fara úr reiðrinum, verði eg fjálturstungin. Fara avstað? Frá tí trygga og góða? Frá umhvørvinum her heima, sum traðkar til, bara tað allarminsta er? Út í heim har so nógvir úlvar eru!

- Kærleiki er at sleppa – at lata unga menniskjað sleppa avstað. Men píka, sum tað er tómt, tá tey eru farin. Tómt kamar. Hvar eru skógvarnir, láturin og fylta køliskápið?

- Pipri við blonkum eygum, hvussu illa eg fari at sakna hana. Lesi í hennara eygum, at hon hugsar: „Halló, hvat hendir her?“ Aðrar vinkur og næstrafólk ringja, jesa og eru fegnar, tí at teirra pisa hóast alt er sloppin inn á júst tann skúlan, hon ynskti sær, men

„nú er tómt.“ Eg telji eftir og gerist eitt sindur skøkk, at nærum 10 ungfólk, sum eg varði av, fara avstað. Tað fer at merkjast. Koma tey nakrantíð aftur? helvtin? tvey?

- Vit tosa so nógv um alheimsgerð – kanska er tað hetta, ið vit eygleiða? Pisan er farin út í heim, roynir flogið – og tað ber. Men hjá føroysku mammunum, sum sita e#ir, ber hetta ikki til, tí tað er so ómetaliga ringt at koma til sættis við sáran sakn.

(Brot úr greinini “Tá børnini flyta” í bókini Exit Føroyar)