Tríggir landsliðsleikarar vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Martin Agnarsson fekk fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad leiktu javnt 2-2 móti HB Køge í Riisskoven leikvøllinum í Aarhus.
HB Køge legði seg á odda longu í níggjunda minutti, men bert tríggjar minuttir seinni stóð Martin fyri upplegginum, tá Mathias Kubel javnaði til 1-1. HB Køge legði seg á odda 2-1 í 78. minutti, men bert fýra minuttir seinni syrgdi Marcus Kirchheiner fyri, at eitt stig var eftir í Aarhus.
Aarhus Fremad er nummar níggju í deildini við 19 stigum.
Adrian Justinussen fekk 72 minuttir á vøllinum, og Poul Kallsberg fekk 52 minuttir á vøllinum, tá teir og liðfelagarnir í Hillerød á útivølli taptu 1-3 fyri komandi arbeiðsgevaranum hjá Adriani, Horsens.
Hillerød tapti 1-3. Í fyrra hálvleiki legði Horsens seg á odda við einum sjálvmáli í 24. minutti, og níggju minuttir seinni brendi Mikkel Mouritz eitt brotsspark fyri Hillerød. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Horsens hevði økt til 2-0. Sjey minuttir seinni økti heimaliðið til 3-0. Ber tveir minuttir seinni stóð Adrian fyri upplegginum, tá Solomon Opoku pyntaði um úrslitið til 3-1.
Talan var um triðja uppleggið hjá Adriani hetta kappingarárið.
Hillerød er nummar trý í deildini við 29 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Horsens, ið hevur 28 stig. Liðið sum Dan Brimsvík venur, Lyngby er fremst í deildini við 32 stigum.











