Sasja stóð seg munandi betri enn kappingarneytin

St. Gallen tapti á heimavølli í dag

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í dag dyst á heimavølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini móti RTV 1879 Basel.

 

St. Gallen hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum, men megnaði ikki at liva upp til favorittleiklutin. Basel vann dystin 34-29. Tað var annars St. Gallen sum var á odda 15-14 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var útiliðið greitt omaná.

 

Sasja bjargaði 12 av 39 málroyndum, svarandi til 31 prosent, ið er eitt góðtikið avrik. Kappingarneytin Andreas Björkman hevði onga bjarging í sjey málroyndum. 

 

St. Gallen er nummar fimm í deildini við 13 stigum fyri 13 dystir. Kadetten Schaffhausen er langt fremst við fullum stigatali, 28 stigum fyri 14 dystir. 

 

Komandi leygardag klokkan 16 spælir St. Gallen fjórðingsfinalu í steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti Genevé, ið spælir í næstbestu deildini.