Aftaná 12 dystir hevur liðið hjá Paula Jacobsen, Leivi Mortensen (myndin), Janusi Dam Djurhuus, og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn enn fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Seinnapartin í dag tapti HC Keypmannahavn sætta dystin á rað í deildini.
Í dag vóru møguleikarnir fyri sigri ikki sørir, tí HC Keypmannahavn spældi á útivølli móti Give, ið eins og føroyingaliðið hevði tvey stig undan dagsins dysti.
Men dysturin í Give endaði við 29-27 sigri til heimaliðið, ið var á odda 13-12 í steðginum.
Leivur Mortensen og Tobias Myssing gjørdust við seks málum hvør toppskjúttar hjá HC Keypmannahavn. Janus skoraði tvey mál og Jónas skoraði eitt mál.
HC Keypmannahavn eru aftast í deildini við tveimum stigum, ið eru tryggjaðir í tveimum javnleikum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur HC Keypmannahavn dyst á heimavølli móti oddaliðnum, Skive.











