Stór misnøgd í politinum

Aftur í ár vísir nøgdsemiskanningin í politinum, at trivnaðarin í Føroyum er lægri enn í flestu øðrum politiøkjum í ríkinum. Karen Marie Olesen, fúti heldur misnøgdina koma av bygnaðarbroytinginum, sum politiið er mitt í. Politistar siga nakað annað

Misnøgd: Síðan 2005 er nøgdsemiskanningin hjá danska politinum eisini verið gjørd í Føroyum.

Í fjør vísti kanningin, at illa stóð til við trivnaðinum í politinum í Føroyum. Ein tann ringasti í ríkinum.

Og tað er einki petti frægari í ár, vísa úrslitini, sum ríkispolitiið júst hevur kunngjørt.

Samanlagt hava starvsfólkini í politinum í Føroyum svarað, at misnøgd teirra er verri enn í nøkrum øðrum politiøki í ríkinum. Úrslitið er verri enn í fjør, og misnøgd er við alt, starvsfólkapolitikk, strategi og mál, uppgávur og arbeiðsgongdir, samstarv og samskifti og ikki minst við leiðsluna.

Sosialurin bað Karen Marie Olsen, fúta gera viðmerkingar til úrslitini, og tá ið vit komu á fundin, møtti fútin sjálv fjórða, sjálvt um viðmerkingarnar vóru fáar. Aftrat sær hevði hon Jón Klein Olsen, politikommiser, skrivstovustjóran Haldis Poulsen og Absalon Áargarð, sum hevur samskipað føroyska partin av nøgdsemiskanningini. Hesa ferð hevði hon ikki formannin í politistafelagnum við sær, sum hon hevði í fjør, tá ið hon fekk líknandi spurningar.


Bara gitingar

Karen Marie Olesen og hini í leiðsluni halda tað ikki bera til at koma við útgreinaðari lýsing av, hví tølini fyri Føroyar eru so lág. So leingi sum ríkispolitiið hevur gjørt eina nærri útgreining. Siga tey nakað, verða tað bara gitingar, eru tey samd um. Og tey kunnu gita skeivt, siga tey.

Karen Marie Olersen sigur nú, at tað man hava nakað at gera við tær bygningarbroytingar, sum politiið í Føroytum er mitt í. Tølini í Danmark fóru niður av politireforminum, og vit eru eitt sindur aftaná við broytingunum, sigur hon.

Tey halda tað vera gott við slíkum afturvendandi kanningum, tí tær kunnu brúkast til at bøta um viðurskiftini.

- Vit taka svarini í fullum álvara, eru Karen Marie Olesen og Jón Klein Olsen samd um.

Misnøgdin millum starvsfólkini í politinum hevur í hvussu er nakað at gera við tær bygningarbroytingar, sum gerast skulu í næstum. Landið skal býtast upp í trý øki, norðurøki, vesturøki og suðurøki. Tað merkir, at Eysturoyggin og Norðoyggjar verða eitt øki, Streymoyggin, Vágar og Sandoyggin verða eitt øki, og Suðuroyggin eitt øki. Ein leiðari verður fyri hvørt øki, men leiðarar skulu eisini setast fyri hvørt av verandi økjunum, sambært fútanum.


Øðrvísi uppgávur

Størvini verða umdoypt, og leiðarastørvini verða lýst leys í næstum.

Hesar ætlanir hava ikki minst skapt mistrivnað í Norðoyggjum, Eysturoynni og í Vágum.


Hvørjir persónar verða til avlops

- Eingin fólk verða uppsøgd, og eingin fer niður í løn. Men tað kann vera, at nøkur fólk verða sett at røkja aðrar upppgávur, sigur Karen Marie Olesen.

Tað er tó ikki bara í útjaðaranum, at mistrivnaður valdar. Í miðøkinum gremja politistar seg eisini um illa skipað arbeiði og annað.

Starvsfólk í politinum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at misnøgdin hevur einki við hølisviðurskifti at gera, soleiðis sum fútin onkuntíð hevur sagt.

Tað snýr seg nógv meira um arbeiðsgongdir og við, hvussu leiðslan førir seg fram.

- Alt hetta hevur við sær líkasælu og minkandi virðing fyri leiðsluni, sigur ein politistur.

Misnøgdin sæst tó ikki aftur á tann hátt, at fleiri fólk hava sagt upp. Bara hendinga fólk í politinum hava sagt seg sjálv úr starvi. Onkur eru farin niður í hálva tíð, og í góðum tíðum eru summi farin í farloyvi, men so skjótt sum minni arbeiði er í landinum, venda flestu teirra aftur í politiið, sigur Jón Klein Olsen.

Eingin teirra, sum Sosialurin hevur tosað við, torir at vera navngivin, tí tey ætla at halda fram í arbeiðinum. Í trivnaðarkanningini sluppu tey at vera ónevnd, og tí tordu tey har at siga sína hugsan.


Eftirlit

Ikki minst tvær hendingar hava skakað politistar og onnur starvsfólk í politinum. Hesir tilburðir hevur Sosalurin fingið váttaðar:

Ein morgun klokkan 7.05 møttu fútin og politikommiserurin upp á politistøðini í Runavík. Ørindini vóru at kanna, um fólk vóru møtt rættstundis. Tað vóru tey.

Eitt fríggjakvøld í summar kom fútin saman við vinfólkum at vitja á politistøðini. Ørindini vóru at síggja støðina. Farið varð runt á støðini, og tá ið komið var í bilhúsið, kom fútin og spurdi, hvar ein av bilunum var. Hon vildi vita, um bilurin var brúktur privat.

Tað vísti seg, at sýslumaðurin var farin í friðingarørindum við bilinum, og tá ið hann kom aftur, noyddist hann at svara fyri seg.