Tað var lagt upp til drama, longu áðrenn Poul Nyrup Rasmussen kom til landið.
Eftir tilfarinum, sum hevur verið at síggja í donskum fjølmiðlum seinastu tíðina, varð roknað við, at spurt varð nógv meiri um hesa kanning.
Serliga Politikken og Jyllandsposturin, hava gjørt nógv burturúr seinastu dagarnar, men tað hoyrdist ikki so nógv til teirra á tíðindafundinum.
Poul Nyrup Rasmussen legði fyri á fundinum, og greiddi frá, hvat teir høvdu tosað um. Har varð bankakanningin ikki nevnd við einum einasta orði.
Tað einasta, í tí hann segði, sum kundi bent tann vegin var, at Edmund Joensen hevði greitt honum frá gongdini í føroyska búskapinum. Men heldur ikki Edmund Joensen nevndi bankakanningina.
Norðmaður jarðlagdur
Ein donsk blaðkvinna royndi tó beinanvegin at fáa gongd á hesar spurningar, og vildi vita, um teir høvdu tosað um bankakanningina, og hvat teir í so fall høvdu tosað um.
Til hetta svaraði Poul Nyrup, at hann var sera glaður fyri at staðfesta, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanning.
- Fyri fyrstu ferð í fýra ár, hava vit kunna tosað um positivan útvikling, og ikki um kreppu.
- Vit eru ikki farnir í dýpdina í bankakanningini, men hava avgjørt at halda sambandið hesum viðvíkjandi. Men vit venda aftur til málið seinni.
- Eg rokni tó við, at vit tosa eitt sindur meiri um málið á fundinum í morgin.
Edmund Joensen segði, at hann hevði mælt føroyingum til at taka tað róligt. Vit skulu fyrst seta okkum gjølla inn í frágreiðngina, áðrenn vit taka nakrar avgerðir. Tað merkir ikki, at vit skulu draga tíðina, men at vit skulu viðgera málið saman við donsku stjórnini.
Eftir hetta tók ein norskur sjónvarpsmaður orðið.
- Eftir at hava verið í Føroyum nakrar dagar, so er ikki torført at skilja um nógvir føroyingar ynskja loysing frá Danmark. Hvat sigur tú til tað?
Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen:
- Tá vit tosa um hetta evnið, so haldi eg, at man skal verða varin við ikki at »konkludera« ov tíðliga, sjálvt um man kemur frá norskum sjónvarpi.
- Eg fari at lurta eftir føroyingum og føroyskum politikarum, men sigi onki ov skjótt um hatta evnið.
- Men tað eru nógv sum ynskja loysing.
- Hvussu mong eru mong, kanst tú siga mær tað, spurdi Poul Nyrup Rasmussen norska sjónvarpsmannin. Hesin royndi at bróta inn, men varð avbrotin av forsætisráðharranum.
Eftir hetta hoyrdist ikki meiri til norska sjónvarpsmannin.
Onki drama
Poul Nyrup var spurdur, hví fundurin var lagdur nú, so stutt undan bankakanningini, og serliga hví hann var lagdur í Havn.
Til hetta svaraði Poul Nyrup Rasmussen, at fundurin var avtalaður fyri fleiri mánaðum síðani, og hevði onki við bankakanningina at gera.
Jonathan Motzfeldt og Edmund Joensen vóru samdir í tí, forsætismálaráðharrin segði, og eftir tað, komu stórt sæð ikki fleiri spurningar um bankakanningina.
Tað, sum serliga legðist til merkis á fundinum var, at tann dramatikkur sum var vantaður, ongantíð kom. Danski forsætisráðharrin stýrdi tíðindafundinum við harðari hond. Við ein av manningini hjá Sjónvarpi Føroya, segði hann:
- Eg havi ikki fleiri dramatisk ískoyti til ævisøgu tína.
Tað sást á øllum brøgdum, at forsætisráðharrin er vanur við at umgangast tíðindafólk. Og tað fekk serliga tann norski sjónvarpsmaðurin at føla.
Men í dag er Jonathan Motzfeldt farin avstað aftur, og tí kann hugsast, at spurningarnir til hinar báðar, verða meira nærgangandi, enn teir vórðu í dag.