Tað skrivar íslendska miðilin Vísir.
Sambært ákæruni snýr málið seg um 42,9 kilo av kokaini við einum reinleika á millum 83 og 85 prosent. Talan er sambært Vísi um eitt av størstu kokainsmuglingarmálunum í íslendskari søgu.
Maðurin, Alexandros Katsanos, skal sambært ákæruni hava flutt rúsevnið úr Danmark umvegis Føroyar og víðari til Seyðisfjarðar við Norrønu tann 27. mars í ár.
Løgreglan fann kokainið, tá kannað varð í einum bili, har rúsevnið var fjalt undir einum følskum dúrki í viðførisrúminum.
Katsanos er ákærdur fyri grovt brot á íslendsku rúsevnulóggávuna, og sambært ákæruni var ætlanin, at kokainið skuldi seljast víðari við vinningi fyri eyga, skrivar Vísir.is.












