Fongin við sær leiða

Teir komu í fylgi, leiðandi ein og tveir hornaseyðir, oman at lendingini á Slættanesi. Sandavágsmenn høvdu verið í Vestaru Skor eftir seyðunum, sleptir vórðu í vár. Seyðirnir sýntust vera í hampiligum standi, og menn vóru fróir

Fimtan komu aftur av teimum seytjan hornaseyðunum, sleptir vórðu í Vestaru Skor í vár. Og tað rokna menn sum eitt sámiligt úrslit. Tí ikki er óvanligt, at okkurt fer fyri bakka í slíkum støðum.

Boðini komu einar fjúrtan dagar, áðrenn lagt varð til at fara. Sosialurin var við og slepti út, so rímiligt var, at boðað varð at koma eftir teimum eisini. Avrátt veður so at fara fríggjamorgun. Menn gera seg til reiðar. Bond og onnur útgerð verða funnin fram, og matpakkarnir gjørdir klárir. Avrátt verður at møtast klokkan sjey.

Tá farið verður eftir seyði í skorunum norðanvert Slættanes, verður vanliga siglt av Oyrargjógv norður á Slættanes. So bátar skuldu eisini gerast klárir til ferðina. Tríggir máttu teir vera, varð hildið, tí eingi óráð skuldu takast fyri. Seyðirnir kundu væntast at vera bæði størri og tyngri, enn tá teir fóru út í vár.

Alt varð gjørt til reiðar, og møtt varð trúliga upp fríggjamorgunin, hóast hann stóð hóttandi við regni, sum ikki boðaði frá góðum.

Og tað var eisini beinanveg greitt, at í dag fór ikki at verða farið nakran veg. Soleiðis varð, og menn fóru aftur hvør til sítt dagliga arbeiði. Men við boðum um at møta á sama stað um somu tíð í morgin.

Leygarmorgunin vórðu líkindini góð, og farið varð avstað. Bátarnir vórðu flotaðir, og útgerð og menn fingin í. Síðan varð siglt norður við landinum, har teistar og æður damlaðu so lystiliga í kyrruni, meðan seyður, sum komin var at eta tara, hugdi dølskliga at okkum, sum vit fóru strúkandi norður við.

Fyri Ørgusgjógv liggja boyur, og spurt verður, hvat hetta er. Jú, veit onkur at siga, her skal alibrúk leggjast. Summir undrast. Hetta liggur í streymasjógvi, halda teir, so okkurt nýtt man vera komið, síðan til ber at ala her.

Tosað verður norður eftir, um líkindi munnu vera at fara í Flatirnar eftir tveimum seyðum, har ganga. Tað er ein torva fyri norðan. Undir Vestaru Skor, har bert slepst til frá sjónum.

Nei, halda menn, tað er ov óslætt norðan fyri Tangan til, at farið verður í dag.

So lagt verður at á Slættanesi. Men loypa á land og taka kvikir bátin flóðfrían. Flóðin er uppi, og eitt lítið sindur er at í sjónum, so hann verður drigin so langt niðan, sum til ber, og fanglínan gjørd føst.

Vit eru í seinasta bátinum, og allir samlast við rættina. Onkur fær sær ein bita at ganga uppá, meðan aðrir bara tosa um líkindi, og hvussu man vera vorðið í skorini. Hvussu nógvir munnu fara at koma aftur og so framvegis.

Menn hava verið og hugt, og vita at siga, at tað vóru bara fimtan at síggja. Tveir manglaðu, siga teir frá.

Hugsað verður um, hvørt tann frammorreyði, sum eg hevði ábyrdina av, tá slept varð, man vera farin. Spennandi verður at vita. Eigarin er heldur ikki heima í dag, so aftur nú liggur líkasum ein skylda at taka sær av honum, um hann kemur aftur.

So verður farið til gongu. Teir ganga hart, teir ungu baksararnir. Spentir eru teir at vita, hvussu til stendur. Teir eldru smæða seg ikki burtur heldur, Elsti maður í ferðini er 75 ár, og kortini millum teir løttu á føti. Her eru, sum vera man, flestir eigarar við. Tó er onkur til skips. Ein er á mentanarferð við løgtingsnevnd uttanlands og hevur vikar fyri seg. So eru tað blaðmaðurin og ein advokatur úr stórbýnum, sum er við fyrstu ferð. Ikki tí, onkur royndur hagamaður vestaneftir er eisini við fyrstu ferð. Heldur tað verða stuttligt at uppliva hetta, hann so ofta hevur hoyrt brøðurnar, og nú eisini synirnar, tosa um.

Gingið verður niðan Grøvina og at garðinum, har tað eftir gomlum siði verður hvílt. Eitt skip stevnir inn á Vestmannaflógva. Stórt skip, tó eingin risi kortini. Tað rekur hart fram við Vestmannalandinum, og hann fer tætt undir Múlanum og fær alla streymin beint á kroppin.

Menn semjast um, at tað er eitt amerikanskt ferðamannaskip, sum plagar at vitja her á sumri. Onkur nevnir tað við navni.

Tá tað rullar upp á tað mesta, verður tikið til, at nú hvølvast teir dýru whiskeydroparnir í salongini. Jú, hann fær mótstøðu og tøvir eitt sindur har fyri Múlanum, men heldur tó ferðina inn Flógvan.

Og vit fara aftur til gongu. Nú verður ikki steðgað á aftur fyrr enn við steinin á Skoradali.

Tað fer at kennast úr honum, meðan vit sita við steinin, men eingin nevnir nakað um at venda aftur fyri tað.

Hann fer at koma vestaneftir, tosa teir, og so verður turt. Soleiðis siga teir, sum kenna líkindini, og tað verður ikki hildið annað, enn at vit fara inn í skorina, tá klárt er.

Ein biti verður fingin niðurum, og ryggsekkir og tað, sum ikki er neyðugt at bera við, verður lagt eftir. Enn sum fyrr halda menn gamlan sið og hava eina stilla løtu, har hvør við sær sjálvum sigur tað, hann heldur vera fyri neyðini, áðrenn farið verður um upsina. Men leggjast fram eftir grúgvu, onkur verður sitandi á einum steini, meðan aðrir bara verða standandi við samanløgdum hondum. Onkur tekur húgvuna av høvdinum, meðan tað í stillum verður biðið Farðirvár.

So verður farið. Teir royndu ganga bragdliga, meðan nýbyrjararnir eru eitt sindur meira varnir. Um fyrsta ryggin er smegið, og lítið undirlendi er. Tað sæst beint í kolbláan sjógv, so her kylir eitt sindur í kjøtið. Men allir halda fram, og komnir inn í Eystaru Skor, sum vit skulu ígjøgnum, fyri at náa teirri vestaru, eru heilt gott at ganga, og tað líður væl eftir.

Tað regnar nú rættiliga illa, og tað verður borið skjótt at, tá komið er at rættini í gjónni, sum skilir skorarnar báðar. Ein maður verður eftir at ansa eftir, at seyðirnir ikki fara upp í gjónna, men beint í rættina. Hinir fara um næsta ryggin. Og har møta vit beinanveg teimum fyrstu seyðunum, sum halda undan vestureftir.

Menn eru spentir. Teir telja níggju, so nú mangla seks til at verða fimtan, sum teir vistu av seinast, teir vóru og hugdu. Teir kanna skundisliga eftir, hvør man eiga, og onkur er beinanveg rættiliga errin av at staðfesta, at hansara sæst burtur úr í stødd. Og jú, tann frammorreyði er við í fylginum, so vónir eru fyri, at hann kemur aftur.

Men so eru teir varugir við, at har ganga tríggir seyðir í einum kjálka undir hamrinum, rásin liggur yvir. Tað var verri, tí har plaga teir ikki at fara. Teir hava ongantíð verið har niðri fyrr, siga teir, sum kendir eru.

Ivansamt er, hvussu er at koma niður, og skjótt vísir seg, at eitt band er best at hava á sær. Onkur hevur eitt hampiliga langt bakkaband, sum røkkur, so teir fara tveir mans niður.

Jú teir sleppa undir seyðirnar og royna at fáa teir upp sama veg, sum menninir fóru niður, men hóast fleiri royndir eydnast tað ikki. Avrátt verður so, at tríggir skulu niður aftrat.

Men nú hendir tað, at seyðirnir fara inn í ein mjóa ytst á eggini, og teimum, sum sita við í erva, tykist, at haðani koma teir ikki aftur. Tað sær út til, at teir fáa ikki vent. Men ein av monnunum, sum niðri er, er sera lagaligur og dugir væl at fara at. Hann fer niður um seyðirnar, og menninir í erva ógvast. Men hvussu er og ikki, fær hann við stavinum potað so mikið undir tann aftasta seyðin, at hann vendir, og brátt eru hinir báðir aftaná.

Teir rista við høvdinum í erva. At hatta skuldi bera til, høvdu teir forsvorið.

Men allir koma upp aftur við lagaligheit. Bæði seyðir og menn. Tá teir eru komnir uppaftur, tekur ein til, at har vóru báðir hjá løgtingsmanninum uppií.

-Hann situr í Íslandi og hugnar sær upp á landsins besta, meðan vit seta lívið í veð fyri hansara seyð. Nú skyldar hann okkum eitt ball afturfyri!

Men her er ikki at bíða. Hinir seyðirnir eru farnir vesturum, og tríggjar hava vit ikki sæð enn. Men komnir vestur á vestasta ryggin, síggja vit teir oman fyri okkum, og lagið batnar alsamt.

Eitt lop hevur verið í summar, og farvegurin sæst týðiligur eftir tí.

-Eitt øgiligt skil, heldur ein av fullveldismonnunum. Við hetta lag verður einki land eftir til loysingina.

Nú gongur skjótt. Tað gongur sum fótur í hosu at fáa teir eystur eftir rásini, og steðgað verður ikki á, fyrr enn allir eru í rættini.

At binda í og leiða upp gongur bæði skjótt og væl. Tann frammorreyði verður bundin í bakkabandið, og fær langt boð beinanveg. Hann er kvikur og fer skjótt undan. Onkuntíð eitt sindur tvørur á vegnum, men kemur rímiliga væl upp á Skoradal, har hann verður bundin við steinin, meðan hvílt verður.

Meðan menn rinda møðina og fáa sær ein bita, verður dúgliga mett og reypað. Eitt sindur misjavnir á máli um, hvør eigur tann størsta. Fleiri vilja halda sín verða bestan, men semja er skjótt um, at tann frammorreyði er tann minsti, sum komin er aftur. Tað skal tó ikki skilja okkum

Tað hevur regnað av grimd alla tíðina, vit hava verið inni í skorini. Men ikki eru vit meira enn setstir at fáa okkum aftur á Skoradali, tá tað slítur í, og vit sita knappliga í besta summarveðri. Jú, skjótt er Harranum um.

-Nú fór deknurin á Sangsteini, sigur ein av monnunum, tá elsti maðurin í ferðini hevur latið ryggsekkin aftur og flytir seg á ein lítlan stein í miðari rúgvuni at sita.

Hann byrjar at syngja. Tvey takkarørindi úr kendum sálmi sum tøkk fyri, at ferðin gekk væl, og allir eru komnir aftur í øllum góðum.

Tá sungið er verður farið aftur til gongu. Nú gongur skjótari hjá summum enn hjá øðrum, men allir hópast tó aftur við garðin oman fyri Slættanes. Har verður aftur steðgað á, áðrenn farið verður beina leið oman til bátarnar.

Oman gjøgnum bøin verður skemtað og trivið í okkurt kvæðaørindi. Men tá onkur sambandsmaður heldur, at vit eiga at syngja »Kong Christian«, øtast fullveldismenninir, og mikil gleimur verður av tí orðadrátti, nú stendst av.

Heimferðin gekk upp á stás, og komnir aftur til Sandavágs, verða allir seyðirnir savnaðir mitt í bygdini til almenna skoðan og metan. Og áhugin er stórur ein slíkan dag. Menn koma at handla og meta um, og skjótt er semja um ein ávísan veðr, sum teir meta vera tann stívasta.

Men tíðliga er. Ikki meira enn hálvur september, og flugurnar ikki heilt dovnaðar. So ikki verður hugsað um at fletta enn.

Nei, teir fáa nakrar dagar aftrat á ymsum træðum heima í bønum, har teir nú ganga og hugna sær á góðum, sevjumiklum eftirgróðri, til mikkjalsmessan er farin afturum.