Óli M. Lassen
Við verandi gongd er munurin millum almennar og privatar lønargjaldingar so stórar, at her er talan um krepputekin. Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgtingslimur og fíggjarnevndar-formaður í viðtalu við Sosialin. Anfinn Kallsberg sigur, at almenni sektorurin tey seinastu árini er galloperaður avstað og er næstan "fordoblaður" gjøgnum tey seinastu 8 árini. Boðini hjá honum eru munandi minni hall á næstu fíggjarlóg og afturhald innan almennar útreiðslur.
Anfinn Kallsberg sigur eisini, at lønargjaldingar eru eitt hampiliga gott barometur, til at meta um búskapargongdina, og eru tað eisini eitt amboð ið búskaparfrøðingar nýta. Lønargongdin er eitt barometur sum slær skjótt út, og tí er hetta hent at nýta sum parametur um samfelagsgongdina.
Vit síggja í lønargjaldingunum, at er afturgongd í framleiðsluvinnunum so tillaga tær privatu tænastuvinnurnar seg til broytingarnar, meðan tann almenni sektorurin lívir eitt heilt annað lív, ið einki hevur við hinar vinnurnar at gera; og kundi fyri tað havt melda seg út úr samfelagnum sigur Anfinn Kallsberg
Hann vísir á, at er fall í framleiðsluvinnunum, so tillaga tær privatu vinnurnar seg nakað seinri til hesar broyttu umstøður, men at hetta ikki er tilfeldið fyri tað almenna. Tú kanst siga, at um almennar og privatar tænastur ikki fylgja gongdini í primervinnuni og eftirspurninginum hjá henni, so er ein skeiv gongd í búskapinum. Og sær hann hetta sum ein trupulleika, at almennar og privatar tænastuvinnur hava ilt við, at tillaga seg sveiggini hjá primervinnunum og metir hann hetta sum ein veikleika í okkara búskapi.
Uppá fyrispurningin um hvussu man fær javnvág aftur á fíggjarlógina; við fallandi inntøkum frá fiskivinnuni, og eftir at man hevur minkað blokkstuðulin, sigur Anfinn Kallsberg at hann ikki trýr uppá, at tað er møguligt at hava hall á fíggjarlógini í fleiri ár aftrat, og tí er neyðugt, at tillaga tann almenna sektorin soleiðis at tú í øllum førum hevur eitt minni halla á komandi fíggjarlógini enn tú hevur á hesu fíggjarlóg.
Skarpur lútur
Anfinn Kallsberg vísir eisini á, at tað er trupult at lækka fíggjarlógina tí tú hevur nógvar lógarbundnar útreiðslur og automatiskar regulatorar, bæði fyri prístal og lønarvøkstur o.a. og skal nokkso skarpur lútur til, um man kann koma út við einum nøkulunda neutralum útreiðslustøðið á fíggjarlógini sigur Anfinn Kallsberg fíggjarnevndarformaður. Tú skalt minnast til, at hesar lógarbundnu játtanir; eitt nú pensiónur o.a., at sjálvt um tú steðgar vøksturin í hesum veitingum so hava vit tíbetur eitt samfelag har alt fleir fólk blíva eldri, og tí vilja hesar játtanir økjast, og skal tað ótrúliga stóru innsatsur til, fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina. Men tað sum eg trúgvi vit kunnu gera, er at avmarka vøksturin mest møguligt, og so royna at skapa fortreytir fyri nýggjum vinnum og nýggjum inntøkum, so vit fáa størri aktivitet, men tað er ikki nakað sum kemur eftir einum degi ella einum árið sigur Anfinn Kallsberg.
Privatiseringar og sparingar
Tað sum hevur týdning, er eisini hvussu man innrættar samfelagið sigur Anfinn Kallsberg og sigur hann at man tosar um tað Norðurlendska vælferðarmodellið, har tann almenni sektorurin hevur tikið á seg størri uppgávur enn hann maktar. Í fleiri norðurlondum hevur man innsæð, at tað almenna verður noytt til, at avmarkað seg til hvat tað fæst við, og eru privatiseringar ein partur av hesum. Men hevur hetta ikki sligið ígjøgnum í Føroyum, men hetta kemur og er neyðugt sigur Anfinn Kallsberg. Uppá fyrispurningin um vit hava eina kreppu sigur Anfinn Kallsberg, at umstøðurnar í dag ikki kunnu samanberast við 90´ini, men við tað at høvuðsvinnan er í kreppu, so er hetta krepputekin og er alneyðugt, at tað almenna tillagar sítt virksemið eftir hesum.