Oddagrein· Ein góð avgerð

Fríggjakvøldið í síðstu viku fingu Ólavur Hátun og Hanus Kamban ávikavist heiðursgávu landsins og mentanarvirðisløn landsins. Tað er ein nevnd, sum stillar inn til landsstýrismannin í mentanarmálum, hvør, ið skal hava hesar virðislønir. Eitthvørt mentað samfelag sær til at heiðra síni skapandi og útinnandi listafólk. Í nógv ár hevur býráðið í Havn havt mentanarvirðisløn og barnabókavirðsløn M.A Jakobsens. Hesar virðislønir, ið er nevndar eftir einum av mæstastu synum býarins, tæna Tórshavnar býi til æru.

So fingu vit fyri nøkrum árum mentanarvirðisløn landsins og heiðursgavu landsins, sum eru landsstýrisins virðislønir. Hetta var eitt frálíkt tiltak og eitt gott dømi um tann virkna mentanarpolitikk, sum varð rikin undir fullveldislandsstýrinum. Hesar virðislønir eru komnar fyri at vera og tað er púra óhugsandi, at eitt landsstýri í dag kundi funnið uppá at spart hesar virðislønir burtur. Umfram hesar virðislønir hava vit eisini eina barnabókavirðsløn útnorðurs, sum verður latin annað hvørt ár. Hendan heiðursløn er bert latin tvær ferðir, og er hon báðar ferðir farin til Íslands. Landið átti eins og okkara grannalond at havt fleiri heiðurslønir t.d. innan barnamentan, fjølmiðlar, umhvørvi o.m.a.

Tað var ein sera góð avgerð, ið innstillingarnevndin tók, tá hon gjørdi av at innstilla Hanus Kamban og Ólav Hátun til virðisløn og heiðursgávu. Hanus er kendur sum rithøvundur til bæði fagrar bókmentir við stuttsøgum og týðingum og til yrkisbókmentir, har hansara bøkur um J.H.O. Djurhuus skara framúr. Hanus er eisini samfelagsdebattørur og hevur ongantíð aftrað seg við at ganga ímóti streyminum, uttan mun til, um hesin rak frá høgru ella vinstru - ella talan var um eina íðu, sum mól í klingur í miðjuni. Hann fylgir síni sannføring uttan mun til kostnaðin. Hann er ein av okkara fáu veruligu europearum og sum góður europeari er hann rótfestur í gamlari heimligari mentan. Jørðildið er føroyskt - univers hansara internationalt. Hann hevur ein framúrskarandi, lættan og lærdan penn, er djúpt seriøsur og tilvitandi um ta ábyrgd, ið liggur á herðunum á einum intellektuellum í dagsins fjølltáttaða og fløkta samfelag, har nógv tjóðskaparpolitisk, mentanarpolitisk og vinnupolitisk áhugamál dagliga bresta saman og renna saman. Eitt sera gott val til mentanarvirðisløn landsins.

Ólavur Hátun er eldsálin burturav í føroyskum tónleikalívi. Við sera góðum musikalskum gávum og hartil sera væl útbúgving innan sítt fak, tónleikin, hevur hann alt sítt vaksna lív stríðst fyri at menna og hækka støðið innan føroyskt tónleikalív. Í nærum hálva øld hevur Ólavur Hátun stríðst fyri hesum máli at hækka støðið, serstakliga innan kórsangin. Hann hevur virkað sum tónlistalærari í Føroya Læraraskúla, hann hevur verið stjóri fyri musikkskúlakipanini, organistur og framum alt hevur hann verið kórleiðarin. Sum kórleiðari hevur hann ríkað føroyskt tónlistalív og givið almenningum ógloymandi løtur. Eisini Ólavur er kendur fyri at kunna ganga ímóti rákinum og sum ein, ið hevur mót til sínar meiningar. Eitt sera gott val til heiðursgávu landsins. Samantikið má avgerðin hjá nevndini um at innstilla Hanus og Ólav til hesar báðar tignarligu virðislønir sigast at vera ein góð avgerð, sum hevur breiða undirtøku millum manna.
Sosialurin