Ikki fleiri byrðar á nakran

Góðu veljarar kring landið, latið meg gera tað púra greitt, at um eg vinni sess aftur á Føroya Løgting, verður tað ikki við mínari atkvøðu, at meira skattur verður lagdur á okkara borgarar.

Eg vil tvørtur ímóti gera tað lættari hjá okkara verkafólki at liva og virka. Heimaflotin hjá okkum er minkaður í stórum, og fiskaríið er smáligt, hetta førur við sær, at tað er sera torført hjá okkara sjófolki at klára dagin og vegin.

Læti okkum ikki illneitast inná FAS og aðrar skattaskipanir.
Lat meg gera tað púra greitt, at teir, sum fara uttanlands at vinna sær fyri lívsins uppihald, ikki skulu straffast. Tað verður ikki við mínari hjálp.
Tað er ikki her, ið vit skulu finna pening til at fíggja skattalættan, tí á henda hátt kunnu vit jagstra okkara sjófólk í langfarasigling av landinum. Tann peningur, sum teir koma inn í landið við, er jú við til at menna okkara samfelag.
Um vit vilja hava peningin aftur til landið, sum okkara útisiglarar vinna, ja so er hetta ein samráðingarspurningur millum tey lond, sum eru við í hesi skattaskipan. Eg havi fleiri ferð hoyrt ein pensioneraðan yvirmann úr Suðuroy, sum sigldi nógv úti, greiða frá á javnaðarfundi, at vit eiga at samráðast við hini londini, soleiðis at vit fáa nakað av skattinum aftur til Føroyar.
Nú kundi onkur kanska spurt, tú Gerhard, hvussu skulu vit fíggja skattalættan, tá langfarðafólkið ikki skal gjalda meir. Jú, tað skal gerast millum annað vit at:

Spara í umsitingini, til dømis tá vit umboða Føroyar uttanlands, og heil fylgir fara avstað, har hetta kundi verðið avgreitt við einum fólki. Her eru milliónir at spara.
Prístalsviðgera ríkisveitingina, sum er upplagt í hesum døgum.
Færri aðalráð.
Ikki oyðsla, tá ið fíggjarárið fer at halla, fyri at fáa somu játtan aftur. Har eiga vit at broyta lóggávuna soleiðis, at peningurin, sum er eftir kann støðlast, til komandi ár.

Gleðist um skattalættan.
Hvat viðvíkjur skattalættanum hjá Javnaðarflokkinum til okkara fólk, sum er hart tiltrongdur, og sum eg gleðist yvir, so meti eg hann, at verða eitt satt frambrot. Hann er alneyðugur fyri ta arbeiðandi fjøldina. Inntøkumarkið verður við hesum uppskotið hækka uppí 70.000 kr og barna frádrátturin verður somuleiðis hækkaður. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit finna fram til eina semju, har skattalættin, hjá Javnaðarflokkinum, verður gjøgnumførdur.

Tó má eg undirstrika, at vit ikki skulu fíggja skattalættan, við at taka frá teimum sum sigla úti í heimi og eru skattaðir undir øðrum skipanum. Tað gevur onga meining, at føroyingar við hesum skipum, fáa minni í løn, enn teirra starvsfelagaðar. Eisini kann hesin skattur gera tað so, at hesir menn flyta av landinum. Vit áttu heldur hugsa um, hvussu vit fáa fólk at flyta til Føroyar.


Við Javnavarkvøðu