Abdel-Razzak al-Yahya, roynt at fáa teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnar at gevast við álopunum á ísraelsk mál. Sambært ráðharranum er hetta alneyðugt, skal tað eydnast at fáa eina loysn á kreppuni [...] gjár fekk ráðharrin svar, tá bólkarnir boðaðu frá, at teir eru ikki sinnaðir at steðga álopunum á Ísrael ella á ísraelsk mál. Felagsskapirnir, sum ætla at halda fram við álopunum, eru Hamas, Islamskt Kríggj [...] hægstirættur staðfesti í gjár, at myndugleikarnir hava heimild til at flyta tveir palestinar burtur av Vestara Áarbakka, tí tey eru skyldfólk hjá monnum, sum ísraelsmenn leggja undir at hava lagt ætlan um álop
sáttmálar verið gjørdir í eitt fimm ára skeið ella so. Nú hava vit so valt at bjóðað leiðirnar út, og vit væntaðu sætt at siga, at tað fór at verða dýrari, tí vit settu eisini krøv um nýggjar bussar, sum eisini [...] Bussleiðina í Havn. Sjúrður Olsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at roynt hevur verið at bjóðað út koyringina á hendan hátt. ? Fyrr hevur býráðið altíð samráðst seg til rættis við teir, ið hava rikið Bussleiðina [...] eisini skuldu vera umhvørvisvinarligir, sigur hann. Sjúrður Olsen sigur, at Tekniska nevnd hevur samtykt at mæla býráðnum til, at samráðingar verða tiknar upp við Mouritsens Bussar og Gundurs Bussar. Hóast
Men børnini mugu fáa at vita, at hatta ikki er nakað spæl. Tað er neyðugt at greiða teimum frá, hvat tað er, sum hendir og hvat í ringasta føri kann henda, sigur Bjarta Vilhelm at enda. Tey, sum Sosialurin [...] Sosialurin hevur tosað við, eru øll samd um, at hetta er álvarslig,t og at neyðugt er at ávara børn ímóti at vera við í hesum hættisliga leiki. [...] fellur í óvit. Hini børnini standa tá til reiðar at lofta, so svímaða barnið ikki dettur og slær seg í. Vit hava fregnast millum børnini og skilja, at hetta spælið als ikki er óvanligt og verður spælt
News of the World halda uppá, at tann tikni ætlaði at ræna flogfarið og at søkja at London. Báðir miðlarnir siga seg hava fingið at vita frá bretskum trygdarkeldum, at amerikanska sendistovan í London [...] seg hava fingið at vita frá vælvitandi keldum, at tann 29 ára gamli Kerim Chatty ætlaði at ræna eitt flogfar hjá felagnum Ryanair og at stoyta tað niður í London. Málið var eftir øllum at døma tann amerikanska [...] latið leka út, at Kerim Chatty ætlaði at ræna flogfarið og at søkja at einum máli í London. Men CIA avsannaði tíðindini, tá ovastin fyri svensku trygdarløgregluni, Margareth Linderoth, segði, at einki hald
limur í viðkomandi felagsskapinum. At hava áhuga fyri øllum samfelagsviðurskiftum, eisini politiki, og at vera virkin í teimum - hvat, um ikki júst hetta, er tekin um at vera etableraður, fullfíggjaður limur [...] sjálvur, at russar, danir, norðmenn, amerikanarar, kinesarar, arabarar ikki skulu taka nakrar avgerðir fyri føroyingar. Tí at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Og um leiðslan í Dimmalætting fær ilt við at góðtaka [...] av greinini snúði seg um mín persón. Tí haldi eg meg vera noyddan til at kasta ljós á nøkur viðurskifti, ið hava við mín persón at gera. Ja eg eri føddur og uppvaksin í einum øðrum landi. Hetta er veruleikin
siga, at jødarnir skulu ikki kúga onnur fólkasløg ella fara illa við teimum. Sambært Sacks verður hetta sagt heilar 36 ferðir í Mósebókunum. Yvirrabbinarin mælir samstundis ísraelsku stjórnini til at taka [...] Yvirrabbinarin hjá jødunum í Bretlandi, Jonathan Sacks, sigur, at framferðin hjá ísraelsmonnum ímóti palestinum er ikki sambærilig við jødisku trúarlæruna. Jonathan Sacks, sum hevur verið leiðari hjá teimum [...] av teimum økjunum, sum hava verið hersett síðani kríggið í 1967. Sambært Jonathan Sacks átti Ísrael at havt tikið seg aftur fyri langari tíð síðani.
uttanríkisráðnum frá, at USA sleppur ikki at nýta støðir har til tað ætlaða álopið á Irak og Saddam Hussein. Amerikanskir fjølmiðlar hava seinastu dagarnar sagt, at USA umhugsaði at flyta ein part av teimum [...] al-Thani, segði eftir ein fund í Bagdad í gjár, at stjórn hansara fer ikki at lata amerikanarar nýta Qatar sum eina lopfjøl í einum álopi á Irak. ? Vit royna at bjarga okkara parti av heiminum undan fleiri [...] hevur altíð verið, at ósemjur skulu loysast við diplomatiskum stigum ígjøgnum ST, segði al-Thani. Eygleiðarar halda, at endamálið við Bagdad-ferðini hjá uttanríkisráðharranum var at fáa stýrið hjá Saddam
Arnt-Eirik Rørnes vísir á, at tá Statoil byrjar at arbeiða í nýggjum økjum er tað ein tummulfingraregul, at tað vanliga ganga 10 ár frá leitiloyvi er latið til framleiðsla kann byrja, tvs. at fyri Føroyaøkið skuldi [...] tikið minst tíð at byggja út, seks ár. Arnt-Eirik Rørnes viðgongur tó, at tað er sera positivt, at Amerada Hess longu í tí triðja brunninum á føroyskum øki ger eitt fund. Vísir tað seg, at hetta fundið er [...] lønandi, so fer tað at ganga skjótari við at fáa eina framleiðslu í gongd. Vísir avmarkingarbrunnurin, sum Hess skal bora í bretskum øki í næstum, at fundið er lønandi, so fara ikki at ganga fleiri enn 5-7
gamla mátan at gera vegir, brúgar, tunlar og annað uppá, so verður alt dupult so dýrt, og fer at taka dupult so langa tíð at fullføra. Hetta arbeiðið tekur nógv minni tíð, eftir at vit fóru at bjóða almenn [...] í Fíggjarnevnd Landsstýrins. ? Sama fígging verður atvold til, at vit skjótt eisini fara at fáa ein Norðoyatunnil. Óli Brecmann vísir á, at Landskassin ber bert ein part av kostnaðinum, og hvílir restin [...] tí í brúkaragjaldið, sum kemur eftir at tunlarnir eru latnir upp fyri almenninginum. Varðveita bummpening Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at tað er umráðandi at halda fast uppá inntøkurnar frá brúkaranum
landsstýrið gav skipinum boð um, at kvotan var uppi, og at loyvið tískil varð tikið frá skipinum at veiða kongafisk á leiðini. Reiðarin veit ikki sjálvur Sosialurin hevur roynt at funnið fram til, hvør veruliga [...] fiskaði, og tað eigur sambært sáttmálanum at geva eina eykakvotu uppá 500 tons til Føroyar. Og tí var tað, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum og fór í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski. Men teir vóru [...] Irmingarhavið, er neyðugt at fara, áðrenn vetrarveðrið kemur. Har er ikki roynandi um veturin, tí lágtrýstini koma tann vegin. Anfinn Olsen leggur aftrat, at reiðaríið noyðist heilt skjótt at taka eina støðu, hvat