USA-Irak
Árni Joensen:
USA hevur eina stóra flogstøð í Qatar við Persaflógvan, men nú siga myndugleikarnir har, at amerikanarar sleppa ikki at nýta flogstøðina til eitt møguligt álop á Irak.
Harvið tekur Qatar somu støðu sum Saudiarabia og Bahrein. Tey bæði londini boðaðu herfyri amerikanska uttanríkisráðnum frá, at USA sleppur ikki at nýta støðir har til tað ætlaða álopið á Irak og Saddam Hussein.
Amerikanskir fjølmiðlar hava seinastu dagarnar sagt, at USA umhugsaði at flyta ein part av teimum 6.000 hermonnunum, sum hava støð í Saudiarabia, til al-Odaydia-flogstøðina vestan fyri høvuðsstaðin í Qatar, Doha.
Men uttanríkisráðharrin í Qatar, al-Thani, segði eftir ein fund í Bagdad í gjár, at stjórn hansara fer ikki at lata amerikanarar nýta Qatar sum eina lopfjøl í einum álopi á Irak.
? Vit royna at bjarga okkara parti av heiminum undan fleiri vanlukkum. Vit eru sjálvandi ímóti øllum hernaðartiltøkum ímóti Irak, og okkara áskoðan hevur altíð verið, at ósemjur skulu loysast við diplomatiskum stigum ígjøgnum ST, segði al-Thani.
Eygleiðarar halda, at endamálið við Bagdad-ferðini hjá uttanríkisráðharranum var at fáa stýrið hjá Saddam Hussein at góðtaka, at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST sleppa aftur til landið at kanna iraksku vápnagoymslurnar.