MiÐeystur
Árni Joensen:
Seinastu tíðina hevur palestinski innanríkisráðharrin, Abdel-Razzak al-Yahya, roynt at fáa teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnar at gevast við álopunum á ísraelsk mál. Sambært ráðharranum er hetta alneyðugt, skal tað eydnast at fáa eina loysn á kreppuni, sum nú hevur vart í næstan tvey ár.
Men í gjár fekk ráðharrin svar, tá bólkarnir boðaðu frá, at teir eru ikki sinnaðir at steðga álopunum á Ísrael ella á ísraelsk mál. Felagsskapirnir, sum ætla at halda fram við álopunum, eru Hamas, Islamskt Kríggj, Fólkafylkingin til frígering palestinanna og al-Aqsa Brigadurnar.
Palestinski innanríkisráðharrin hevur serliga roynt at fáa teir víðgongdu felagsskapirnar at gevast við sjálvmorðsatsóknunum í Ísrael, men heldur ikki hendan áheitan hansara fekk undirtøku frá teimum fýra felagsskapunum.
Ísraelski hægstirættur staðfesti í gjár, at myndugleikarnir hava heimild til at flyta tveir palestinar burtur av Vestara Áarbakka, tí tey eru skyldfólk hjá monnum, sum ísraelsmenn leggja undir at hava lagt ætlan um álop í Ísrael. Palestinski ráðharrin Saeb Ereket legði hægstarætt undir at bróta altjóða reglurnar um mannarættindi.









