Soleiðis segði unga Nicole Marinos á ráðstevnuni hjá evropeiska ráðnum í síðstu viku um brekrættindi, har hon greiddi frá barndómi sínum við breki. Saman við umleið 400 umboðum fyri evropeisk lond og feløg innan vælferðarøkið luttók MEGD á ráðstevnuni, og umframt hesa rørandi søgu, vórðu mong onnur evni umrødd, her undir komandi evropeiska fíggjarlógin, ið eftir ætlan verður galdandi fyri eitt 6 ára skeið. Kjakast var m.a. um hvussu nýggja fíggjarlógin kann og eigur at verða skipað hesi árini fyri at menna mótstøðuføri, burðardygd og brekrættindi, millum annað til frama fyri fólk sum Nicole.
Inklusjón gav mær eina rødd
Ráðstevnan byrjaði við eini sterkari persónligari søgu frá eini ungari kvinnu, Nicole Marines, ið greiddi frá hvussu tað hevði verið at verið vaksa upp í Írlandi við hoyribreki. Hon byrjaði við sterku orðunum ”inklusjón gav mær eina rødd, útihýsing gav mær ein vilja at brúka hana”, og greiddi síðani væl og livandi frá, hvussu hon gjøgnum allan fólkaskúlan hevði havt eitt gott og inkluderandi umhvørvi, ið loyvdi henni at vera við í øllum, at trívast og mennast, á jøvnum føti við floksfelagar.
##med2##
Men tá hon byrjaði í miðnámsskúla var støðan ein heilt onnur. Har dugdu hvørki lærarar, floksfelagar ella onnur at taka atlit til hennara hoyribrek, og hon kendi seg útihýsta, og var ikki við í læringini, eins og onnur. Karmar og umstøður á skúlanum vóru ikki rímiliga tillagað til hennara tørv, sum hevði við sær, at hon ikki hoyrdi hvat var sagt í undirvísingini ella fríkorterinum. Hetta var tungt hjá henni, men í staðin fyri at falla í fátt, valdi hon at bretta upp ermar, og gera okkurt við tað. Hon valdi m.a. at skriva vegleiðingar og kunningartilfar til starvsfólk á skúlanum, um hvussu tað bar til at tillagað undirvísing, samskifti og umstøður.
Starvsfólk og leiðsla settu seg væl inn í tilfarið og hetta hjálpti væl upp á undirvísingina og hevði eisini góða ávirkan á floksfelagar, sum nú eisini byrjaði at læra um hennara brek. Seinni gjørdist hon limur í næmingaráðnum á skúlanum, sum eisini gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa øll við í bæði undirvísing og frítíðarlív, uttan mun til brek, sjúku ella skerdar førleikar. Nú útbúgvingin varð lokin stendur so arbeiðsmarknaðurin fyri framman, og við góðu royndum og árræði, var hon til reiðar at samskapa og arbeiða víðari fyri hesi søk. Søgan hjá Nicole er ein sólkskynssøga, sum nú eisini er boðað út kring alt Evropa.
##med3##
Vælferð loysir seg
Men útbúgving, trivnaður og menning koma ikki úr tómari luft. Miðvíst og langtíðar arbeiði krevst, bæði frá dugnaligum og virkisfúsum fólki sum Nicole, men eisini frá politiskum myndugleikum. Fleiri langtíðar menningarætlanir hava verið fyri vælferð og brekrættindi í evropeiskum høpi, og eins og áður verður nýggjasta menningarætlanin tilevnað í samstarvi millum evropeiska ráðið, lond og felagsskapir. Hendan menningarætlan verður samansjóðað við langtíðar fíggjarlógina hjá ES m.a. fyri at tryggja javnvág millum menniskjaslig og búskaparlig framtíðar mál.
Langtíðar fíggjarlógin, sum á enskum verður kallað Multiannual Financial Framework (stytt til MFF), hevur m.a. til endamáls at menna vinnuligt kappingarføri og vælferð í evropeiskum londum frá 2028-2034. Hetta verður m.a. gjørt við at seta ávís krøv og treytir í lógina, sum lond so skulu lúka. Kjakið á ráðstevnuni snúði seg nógv um júst hvørji krøv skulu setast í fíggjarlógina og júst hvussu menniskjað kann og eigur at verða tikið við allan vegin.
Serliga áhugavert var at hoyra, eisini í hesum høpi, at um rætta háttalagið verður brúkt kunnu brekrættindi vera við til at styrkja búskapin og kunnu fremja búskaparligan vøkstur, m.a. við luttøku, betri heilsu og trivnaði og menning. Fleiri orsøkir eru til hetta, m.a. at íløgur í vælferð og stuðulsskipanir eru við til at fremja eitt sjálvstøðugt lív (sambært grein 19 í Brekrættindasáttmálanum) og íløgur í rættin til arbeiði (sambært grein 25 í Brekrættindasáttmálanum) geva við tíðini lutfalsliga nógv aftur til samfelagið, bæði búskaparliga og menniskjasliga. Í stuttum loysir hetta seg.
##med4##
Í øldir hava fólk við breki verið ósjónlig
Marcus Schefer, professari í stjórnarrætti og limur í altjóða brekrættindanevndini, greiddi frá tilgongdini at ummæla brekrættindi í evropeiskari lóggávu. Schefer professari, sum eisini stóð á odda fyri at skriva nýggjastu tilmælini frá ST-brekrættindanevndini til Føroyar, legði út við einum herðaklappi til umboð fyri ES, tí at tey ikki áhaldandi høvdu brúkt undanførslur og royndu at snúgva sær undan at svara spurningum undir hoyringini í Geneve. Hetta var eftir honum at døma frálíkt, men tíverri sera sjáldsamt.
Schefer profesari nevndi fleiri álvarsom dømi um hvussu lívið hjá fólki við breki var, um rættindi ikki veruliga vórðu til staðar í lívinum hjá fólki. Eitt dømi var at sannlíkindini fyri at fólk við breki verða neyðtikin á stovnum eru 7 ferðir hægri, enn um fólk ikki bera brek á stovni. Hetta stríðir við grein 19 í brekrættindasáttmálanum, og krevur at lond taka neyðug stig til at basa slíkum ójavnvági, her undir at langtíðar ætlanir verða gjørdar fyri at niðurlaga stovnsgerð og samstundis fremja viðkomandi rættindi í lóggávu og skipanum til eitt sjálvstøðugt lív.
Eisini mælti ST til at ES fór frá gomlum hugsanum um at burturav at ”verja” og ”sundurbýta” fólk við breki í paralellar skipanir ella serskipanir. Hetta førir aloftast til mismun vegna brek. Tíverri vórðu fleiri tekin um afturstig í rættindum í ES lóggávu og eisini nevndi hann at vitlíki eigur at verða ment við javnrættindum fyri eygað og soleiðis at øll hava ráð at brúka tað, eitt nú sum rímilig tillaging í gerandisdegnum orsaka av breki. Schefer professari tók samanum við at vísa á at í øldir hava samfeløg gjørt fólk við breki ósjónlig, og at nú er neyðugt við røttum og góðum handlingum.
##med5##
Býir kappast um atkomu
ES ger nógv burturúr at fremja atkomu og inklusjón, og í hesum høpi hevur verið arbeitt við at útnevna hin mest atkomuliga býin í Evropa. Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd fyri evropeiskar býir, ið tykjast at taka hendan heiður í stóran álvara. Fleiri býir hava skrivað ásetingar og ítøkilig krøv um atkomu – í breiðari merking – inn í lóggávu fyri t.d. býarskipan, undirstøðukervi, mentanarlív, útbúgvingar o.a.. Nøktandi fígging og serkunnleiki er síðani mentur, sum so hevur ført til at hesi býir kunnu kappast um atkomu.
Tríggir býir fingu eitt serligt heraklapp, nevniliga at Salzburg í Eysturríki, fyri atkomulig bústaðarviðurskifti, Piacenza í Italia fyri góðar KT-atkomu, og so Valensia í Spania fyr atkomu í tilbúgvingar- og kreppuætlanum.
3. plássið fyri mest atkomuliga bý vann Rennes í Fraklandi, Valencia í Spania vann 2. pláss, og Zaragoza í Spania vann heiðurin sum mest atkomuligi býur í Evropa í 2026.















