? Koyringin verður efffektivari, meira verður koyrt mitt í viku. Bussarnir verða allir nýggjari, tann elsti verður umleið trý ár. Allir bussarnir verða væl egnaðir til flutning av rørslutarnaðum fólki, allir eru lágbussar, og so verður Bussleiðin 3,7 millónir bíligari at gera.
Hetta sigur Sjúrður Olsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar Býráð, tá vit biða hann siga okkum onkrar av fyrimununum, ið fáast kunnu við nýggja háttinum at bjóða út Bussleiðina í Havn.
Sjúrður Olsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at roynt hevur verið at bjóðað út koyringina á hendan hátt.
? Fyrr hevur býráðið altíð samráðst seg til rættis við teir, ið hava rikið Bussleiðina. Tá hava sáttmálar verið gjørdir í eitt fimm ára skeið ella so. Nú hava vit so valt at bjóðað leiðirnar út, og vit væntaðu sætt at siga, at tað fór at verða dýrari, tí vit settu eisini krøv um nýggjar bussar, sum eisini skuldu vera umhvørvisvinarligir, sigur hann.
Sjúrður Olsen sigur, at Tekniska nevnd hevur samtykt at mæla býráðnum til, at samráðingar verða tiknar upp við Mouritsens Bussar og Gundurs Bussar. Hóast endaliga avgerðin ikki er tikin, so verður hetta uttan iva endaliga loysnin, sigur hann ? uttan so, at prísirnir hækka munandi undir samráðingunum.
Nevndin samtykti eisini í aðru atløgu at samráðast við Gunnleifs Bussar. Tilboðið frá teimum var eina millión krónur hægri.
? Tað var mest fyri at sleppa frá at fáa málið umaftur til politiska viðgerð, um tað skuldi hent, at tilboðið frá Mouritsens Bussum hækkaði munandi, sigur Sjúrður Olsen.
Tveir av teimum, sum hava rikið Bussleiðina nógvu seinastu árini, Sámal Bláhamar og Arne Berg, hava ikki boðið upp á Bussleiðina aftur. Gunnleif Danielsen, sum eisini hevur rikið partar av Bussleiðini øll árini, sleppur eftir øllum at døma ikki at halda fra.
Men busseigararnir verða kortini ikki við sviðusoð, sigur Sjúrður Olsen, tí býráðið hevur bundið seg til at keypa nýggjastu bussarnar.
? Talan er um í alt sjey bussar, sum vit yvirtaka. Men teir verða seldir víðari til teir, sum nú koma at reka Bussleiðina, hetta er alt avtalað frammanundan, sigur Sjúrður Olsen, sum letur ser væl at nýggju loysnini.
? Nú verða allir bussarnir flunkandi nýggir. Koyringin verður effektivari tá mest er brúk fyri henni mitt íviku, sigur hann. Býráðið hevur gjørt mátingar av, hvussu nógv Bussleiðin verður brúkt og nær. Koyringin leygardag verður skerd, men tá verður hon sera lítið brúkt, sigur Sjúrður Olsen at enda.