Bretska tíðindastovan Reuters sigur seg hava fingið at vita frá vælvitandi keldum, at tann 29 ára gamli Kerim Chatty ætlaði at ræna eitt flogfar hjá felagnum Ryanair og at stoyta tað niður í London. Málið var eftir øllum at døma tann amerikanska sendistovan í bretska høvuðsstaðnum.
Karim Chatty varð tikin í floghavnini í svenska býnum Vesterås, eftir at eftirlitstólini høvdu avdúkað, at hann hevði eina skammbyrsu í einari tasku, sum hann skuldi hava við sær í eitt flogfar hjá Ryanair, sum skuldi til London og haðan itil Birmingham. Tað vísti seg, at skammbyrsan var lødd, og svenska ákæruvaldið kravdi í gjár, at maðurin skal sita í varðhaldinum fjúrtan dagar afturat, meðan málið verður kannað til botns.
Keldur hjá amerikansku fregnartænastuni hava eisini latið leka út, at Kerim Chatty ætlaði at ræna flogfarið og at søkja at einum máli í London. Men CIA avsannaði tíðindini, tá ovastin fyri svensku trygdarløgregluni, Margareth Linderoth, segði, at einki hald var í upplýsingunum.
Men bæði Reuters og sunnudagsblaðið News of the World halda uppá, at tann tikni ætlaði at ræna flogfarið og at søkja at London. Báðir miðlarnir siga seg hava fingið at vita frá bretskum trygdarkeldum, at amerikanska sendistovan í London var álopsmálið. Keldurnar hava eisini víst á, at hevði flogfarið dottið niður á amerikansku sendistovuna, hevði ein stórur NATO-bygningur í grannalagnum eisini fingið skaða.
Umleið 2.000 fólk arbeiða í tí stóra amerikanska sendistovubygninginum í London.
Reuters visti í gjár at siga, at løgreglan í Svøríki og aðrastaðni leita eftir fýra monnum, sum samstarvaðu við Kerim Chatty.