? Vit hava fingið ein Vágatunnil orsakað av tí fígging, sum Vágatunnilin er gjørdur eftir, sigur Óli Breckman, formaður í Fíggjarnevnd Landsstýrins.
? Sama fígging verður atvold til, at vit skjótt eisini fara at fáa ein Norðoyatunnil.
Óli Brecmann vísir á, at Landskassin ber bert ein part av kostnaðinum, og hvílir restin av verkætlanini tí í brúkaragjaldið, sum kemur eftir at tunlarnir eru latnir upp fyri almenninginum.
Varðveita bummpening
Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at tað er umráðandi at halda fast uppá inntøkurnar frá brúkaranum.
? Annars noyðast vit at rinda restkostnaðin við skattapeningi úr Landskassanum, og hetta forðar øllum øðrum almennum virksemi frameftir, sigur Óli Breckman.
Eisini vil Óli Breckman gera vart við, at brúgvin um Streymin, sum Marjus Dam brúkar sum dømi, varð gjørd eftir gamla og fyri Landskassan, dýra mátanum.
? Øll verkætlanin, bæði í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum, byggir á bummgjald. Um vit fara aftur til gamla mátan at gera vegir, brúgar, tunlar og annað uppá, so verður alt dupult so dýrt, og fer at taka dupult so langa tíð at fullføra. Hetta arbeiðið tekur nógv minni tíð, eftir at vit fóru at bjóða almenn arbeiði út til vinnuligar fyritøkur at gera, vísir Óli Breckmann á.
Viðvíkjandi at lækka prísir á ferðaseðlum við Strandfaraskipum og møguliga gera onkra serliga rabatskipan, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, at tað er hann altíð sinnaður at tosa um. Men bummpeningin vil hann varðveita. Ongin ivi um tað.