"Spæl" sum ikki er at spæla við

Millum børn hevur eitt spæl tikið seg upp, har endamálið er at fáa hvørt annað at svíma. ? Hetta er alt annað enn vandaleyst og kann millum annað elva til hjartasteðg, sigur Steingrímur Weihe, lækni, sum Sosialurin hevur tosað við

Spælið gongur fyri seg í bólki, har eitt av børnunum stillar seg upp móti einum veggi.

Tá barnið hevur hyperventilerað eina løtu, heldur tað ondini, og eitt av hinum børnunum rennir tá høvdið ella nevan inn í flagbróstið á barninum, so tað fellur í óvit.

Hini børnini standa tá til reiðar at lofta, so svímaða barnið ikki dettur og slær seg í.

Vit hava fregnast millum børnini og skilja, at hetta spælið als ikki er óvanligt og verður spælt millum børn í fleiri bygdum í Føroyum.

Tey, sum minst kenna til spælið, eru tey vaksnu, sum næstan øll siga, at tey ikki hava hoyrt grett um eitt slíkt spæl áður.

Ikki øll børn tora at leggja kropp til hetta ódámliga spæl, og onkur er komin til hús, grátandi av ræðslu, siga foreldur fyri Sosialinum.

Vandamikið spæl
Vit vendu okkum til læknavaktina í Norðoyggjum. Í telefonini hittu vit Steingrím Weihe, sum í mong ár hevur starvast sum kommunulækni.

Spurdur, um hetta spæl kann verða vandamikið fyri børnini, sigur Steingrím:
- Jú, so avgjørt er hatta spælið vandamikið. Tað kann í ringasta føri elva til hjartasteðg.

- Eisini er vandi fyri, at miltið ella livurin rivna. Um miltið rivnar, verður ein ógvuslig bløðing, sum krevur innlegging í stundini, og miltið má takast, sigur hann.

Læknin dent á, at hetta spælið kann verða lívshættisligt.

Børnini mugu kunnast
Við onkran skúla hava foreldur sett seg í samband við heilsusystrina at siga frá, hvat børnini havast at.
Vit vendu okkum tí til Bjartu Vilhelm, leiðara fyri heilsusystraskipanina og spurdu hana, hvat heilsusystrarnar kunnu gera.

- Frá børnum havi eg hoyrt um spælið, men havi enn onga áheitan fingið, hvørki frá foreldrum ella heilsusystrum, sigur Bjarta.

- Men børnini mugu fáa at vita, at hatta ikki er nakað spæl. Tað er neyðugt at greiða teimum frá, hvat tað er, sum hendir og hvat í ringasta føri kann henda, sigur Bjarta Vilhelm at enda.

Tey, sum Sosialurin hevur tosað við, eru øll samd um, at hetta er álvarslig,t og at neyðugt er at ávara børn ímóti at vera við í hesum hættisliga leiki.