Yvirrabbinarin hjá jødunum í Bretlandi, Jonathan Sacks, sigur, at framferðin hjá ísraelsmonnum ímóti palestinum er ikki sambærilig við jødisku trúarlæruna.
Jonathan Sacks, sum hevur verið leiðari hjá teimum 280.000 bretsku jødunum síðani 1991, vísir m. a. á Mósebøkurnar, sum siga, at jødarnir skulu ikki kúga onnur fólkasløg ella fara illa við teimum. Sambært Sacks verður hetta sagt heilar 36 ferðir í Mósebókunum.
Yvirrabbinarin mælir samstundis ísraelsku stjórnini til at taka sínar hermenn aftur av teimum økjunum, sum hava verið hersett síðani kríggið í 1967. Sambært Jonathan Sacks átti Ísrael at havt tikið seg aftur fyri langari tíð síðani.