Eitt løgtingsmál um 10 ára fiskiloyvi hevur kynt undir eitt gamalt politiskt kjak. Spurnatekin verður sett við, hví fiskivinnan skal hava almenna trygd fyri sínum virksemi í 10 ár, tá aðrar vinnur ikki fáa tað sama.
- Hví kunnu til dømis byggivinnan ella handilsvinnan ikki eisini fáa trygd fyri sínum virksemi í 10 ár? verður spurt.
Men í veruleikanum er støðan júst tann øvuta. Allar vinnur kunnu virkað frítt so leingi sum eftirspurningur og fíggjarstøða loyva tí. Tað er galdandi fyri bæði fiskivinnuna og aðrar vinnur. Fiskivinnan hevur tó eina avmarking, sum aðrar vinnur ikki hava, og tað er longdin á fiskiloyvunum.
Tað einasta sum løgtingið nú hevur samtykt er, at politiski myndugleikin skal ikki kunna steðga virkseminum hjá fiskivinnuni orsaka av manglandi fiskiloyvum tey næstu 10 árini. Tað merkir ikki, at fiskivinnan ikki kann møta øðrum forðingum á vegnum í sama tíðarskeiði.
Og júst soleiðis er støðan eisini í øðrum vinnum. Politiski myndugleikin fer ikki aktivt at steðga teirra virksemi tey komandi 10 árini - men kortini kunnu nógvar aðrar forðingar koma í vegin.
Eitt gamalt kjakevni
Í fleiri ár hevur verið kjakast um, hvussu leingi fiskiloyvini skulu galda. Undanfarna samgonga stytti gildistíðina úr 12 niður í 10 ár, og tað ljóðaði, at ætlanin var at fara niður í 8 ár. Málið bleiv tó ongantíð avgreitt, men av tí at loyvini ikki vóru “rullandi”, skuldu tey stillast á hvørjum ári, men tað bleiv heldur ikki gjørt, og tí vóru tey nú komin niður á umleið 7,5 ár.
Nú eru tey sett aftur til 10 ár, og loyvini eru framvegis ikki rullandi, (sum onkur annars vil vera við at tey eru). Rullandi loyvi merkir, at løgtingið skal aktivt siga loyvini upp um tey skulu steðgast. Tað sum nú er samtykt er, at loyvini verða uppsøgd um 10 ár, um løgtingið ikki aktivt leingir tey.
So tá sagt verður, at nýggja samgongan hevur givið fiskivinnuni sersømdir fram um aðrar vinnur so er støðan júst tann øvuta. Hetta skal – um nakað – javnseta fiskivinnuna við aðrar vinnur í 10 ár.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin











