Fiskivinna
Sosialurin hevur nú fingið avrit av sáttmálanum, sum er galdandi millum landsstýrið og grøn- lendska heimastýrið um konga- fiskiskapin í Irmingarhavinum.
DFG-kvotan (Danmark, Føroyar og Grønland), sum talan er um, er ein kvota, sum NEAFC letur kongaríkinum.
Av hesi kvotu, sum er góð 24.000 tons, fær Grønland sum strandaland til Irmingarhavið meginpartin, men eftir eru 3.400 tons til Føroyar.
Aftrat hesum 3.400 tonsunum, stendur í avtaluni, at ?
?Har fiskeriet på kvoten den 10. august 2002 resulteret i fangster på 8.000 tons eller der under, udløses en additionel allokering til Færøerne på 500 tons?.
Tað sama stendur um dagin, 15. juli 2002; tá fáa føroyingar eisini eina eykakvotu, um fiskiskapurin hevur verið 5.000 tons ella minni.
Men í fyrra førinum vórðu meira enn 5.000 tons veidd, og tí kom eingin eykakvota til Føroyar. Eingin togan var um tað.
Men nú 10. august kom, vóru bara stívliga 7.300 tons fiskaði, og tað eigur sambært sáttmálanum at geva eina eykakvotu uppá 500 tons til Føroyar.
Og tí var tað, at Akraberg kom heim úr Barentshavinum og fór í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski.
Men teir vóru bert komnir á fiskileið, tá ið landsstýrið gav skipinum boð um, at kvotan var uppi, og at loyvið tískil varð tikið frá skipinum at veiða kongafisk á leiðini.
Reiðarin veit ikki sjálvur
Sosialurin hevur roynt at funnið fram til, hvør veruliga orsøkin til ósemjuna millum Føroyar og Grønland er, men tað hevur ikki eydnast til fulnar.
Vit høvdu Jørgen Niclasen í telefonini mánamorgunin. Tá var hann staddur í Grønlandi, so hetta var rættiliga tíðliga! Vit avtalu at tosa aftur, tá ið hann er komin heimaftur.
Anfinn Olsen, reiðari á Akraberg, heldur ikki, at stríðið snýr seg um, hvørt fiskaði eru meiri enn tey stívliga 7.300 tonsini, 10. august.
Hann sigur, at málið er ein spurningur millum landsstýrið og grønlendsku myndugleikarnar, men dugir ikki at skilja, hví kongafiskiskapurin í Irmingarhavinum skuldi steðgast, tá ið avtalan er so greið, sum hon í veruleikanum er.
- Eg veit ikki, hvat hendan toganin snýr seg um. Eins og tú ringir til
myndugleikarnar, so ringi eg eisini og royni at finna út av, hvar málið er strandað, og hvussu verður. Men líkt er ikki til, at her hendir nakað, sigur reiðarin.
Nú ella ikki
Akraberg liggur framvegis í Reykjavík, men øll manningin er heimkomin. Skipið hevur kvotu eftir í Barentshavinum, men vildi helst sloppið á kongafiskaveiði sambært teirri avtalu, vit hava við Grønland.
- Skulu vit í Irmingarhavið, er neyðugt at fara, áðrenn vetrarveðrið kemur. Har er
ikki roynandi um veturin, tí lágtrýstini koma tann vegin.
Anfinn Olsen leggur aftrat, at reiðaríið noyðist heilt skjótt at taka eina støðu, hvat
gerast skal.
-Hetta er ikki besta tíðin til kongafisk í Irmingarhavinum, men tá ið november
mánaði er komin, nyttar einki at fara tann vegin, sigur hann.