Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Tað er undarligt í mínari verð at síggja hesi orð, sum byrjan til eina grein, ið uttan iva er skrivað av einum sannførdum sambandsfólki. Trúði, tað vóru fyrst og fremst flokkarnir í núverandi samgonguni, ið stuðlaðu tílíkari áskoðan.
Ein partur av greinini snúði seg um mín persón. Tí haldi eg meg vera noyddan til at kasta ljós á nøkur viðurskifti, ið hava við mín persón at gera.
Ja eg eri føddur og uppvaksin í einum øðrum landi. Hetta er veruleikin, ið eingin kann gera nakað við. Tað eru fleiri, ið undrast yvir, at eg skuldi fella so skjótt og so lætt inn í tað føroyska samfelagið - málsliga, mentunarliga og hugsjónarliga. Fragreiningin er annars sera einføld - eg kenni meg sum ein føroying (og ikki fremmandur), síggi øll ting - bæði her heima og úti - við føroyskum (og ikki fremmandum) eygum, royni at tæna tí føroyska samfelagnum við góðari samvitsku. Og tað ætli eg mær eisini at gera framyvir.
Ja eg havi eina meining um politisk og onnur viðurskifti og vil stuðla - eisini í gerð - einum føroyskum politiskum ungdómsfelagsskapi, ið er stovnaður og virkin á einum demokratiskum grundalagi, eins og allir aðrir felagsskapir, sum eru alment skrásettir í Føroyum í dag. Tað var ikki neyðugt hjá hesum felagsskapinum at fara út um landoddarnar (sum stendur skrivað í Dimmalætting) fyri at fáa fatur í meg. Eg búgvi jú her í Føroyum, og havi gjørt tað eitt drúgt tíðarskeið eisini. Í nøkur ár havi eg verið limur í viðkomandi felagsskapinum.
At hava áhuga fyri øllum samfelagsviðurskiftum, eisini politiki, og at vera virkin í teimum - hvat, um ikki júst hetta, er tekin um at vera etableraður, fullfíggjaður limur í einum samfelagi?
Hví kann eg ikki hava t.d. politiskar ætlanir, tá ið eg vil gagna teirri føroysku tjóðini væl og virðiliga, og haldi meg hava evni til at vera gagnligur á einum ella øðrum øki? Hví skal Dimmalætting sýta mær, einum, ið hevur føst starv og bústað í Føroyum, at vera føroyingur, um eg vil vera tað? Er tað ikki brot av júst teimum grundleggjandi mannarættindunum, ið tit sipa til í skriving tykkara?
Eri annars púra sannførdur sjálvur, at russar, danir, norðmenn, amerikanarar, kinesarar, arabarar ikki skulu taka nakrar avgerðir fyri føroyingar. Tí at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Og um leiðslan í Dimmalætting fær ilt við at góðtaka meg sum ein føroying, so er tað hennara, og als ikki mín trupulleiki. Tað eru nógv onnur í hesum landinum, sum gera tað.
P.S. Eingin ?rættur? føroyingur hevur rættlisið hetta.