hósmorgunin. Annars sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at talan var um onnur smávegis óhapp í ferðsluni í býnum. Í hesum førunum var tó ikki talan um persónsskaða, men bert smávegis materiellan skaða [...] Brádliga hálkan mikukvøldið kom óvart á fleiri bilførarar kring landið. Í nógvum førum vóru bilar ikki skøddir eftir umstøðunum, og í fleiri førum stóðust skaðar av hesum. Við Sandvíkarhjalla hendi ein vanlukka [...] Tvey vaksin og eitt pinkubarn vóru í persónbilinum, og tað stóð greitt, at støðan hjá barninum var vánalig. Ein persónur var í jeepinum. Alt fyri eitt vórðu fólkini í persónbilinum flutt á Landssjúkrahúsið
Seint í dystinum millum VB/Sumba og HB í Vági sunnudagin tveitti ein áskoðari eina fløsku inn á vøllin. Fløskan tóktist verða ætlað øðrum hjálpardómaranum í dystinum, men hon gjørdi ikki nakran skaða. [...] Hinvegin fær hendingin eitt eftirspæl, tí dómarin í dystinum hevur sent FSF eina frágreiðing um tilburðin. - Eg fái ikki sagt nakað um hendingina í løtuni, men eg kann vátta, at eg havi skriva eina f [...] hjá Fótbóltssambandinum viðger slík mál, og formaðurin í nevndini váttar, at teir fara at viðgera hendingina í Vági sunnudagin. - Vanlig mannagongd í slíkum málum er, at vit biðja avvarðandi felagið um eina
hjá UEFA, William Gaillard, sigur, at UEFA tekur sakina í størsta álvara. ? Í okkara politikki finna vit okkum slett ikki í slíkum, sum hendi í dystinum. Vit hava tí tikið avgerð um at gera eina kanning [...] keðiliga rasismu-sak, tá Champions League-kvalifikatiónsdystir vóru á skránni í gjár. Ein av hesum dystum bleiv leiktur í Montenegro, har FK Zeta tók ímóti skotska stórfelagnum Glasgow Rangers. Her blivu [...] leikarunum, sum vóru útsettir fyri rasistisku rópunum, er hetta ikki nakað nýtt. Allíkavæl er hendingin líka keðilig hvørja ferð. ? Vit eru í 21. øld, og vit hava enn trupulleikar við rasismu, segði ein skuffaður
tá Lyngby í gjárkvøldið vitjaði í Odense. Holst fekk annars eisini bóltin í netið sunnudagin, tá Lyngby tapti 0-3 fyri Randers, men ta ferðina varð málið tó kolldømt. Tað varð tað tó ikki eftir bara 10 [...] eitt korter inn í seinna hálvleik kundi javna. Seinastu løtuna átti OB alla sum hon var. Men fríspark varð dømt móti David Nielsen, tá hesin helt seg hava stútað sigursmálið í kassin, og í yvirtíðini hevði [...] 10 minuttum í Ådalen. Lyngby byrjaði við góðum trýsti móti OB, og teir høvdu eisini møguleikar at økja um leiðsluna, tó at hetta varð av ongum. Sum dysturin leið, kom OB alt betri við í dystin. Og tað
turkiskum uppruna, men sum hevur búð í Týsklandi í fleiri ár, er komin til Týsklands eftir at hava verið fýra ár í amerikonsku fangaleguni Gunatanamo í Kuba. Kurnaz, sum í týskum fjølmiðlum hevur verið umrøddur [...] umrøddur sum "Talibanin úr Bremen", varð tikin í Pakistan stutt eftir atsóknina at USA tann 11. september í 2001. Har sat hann í fongsli í eitt ár og varð síðani fluttur við flogfari til Guantanamo, tí [...] havt samband við al-Qaeda. Kortini er tað ikki vist, at hann sleppur at verða verandi í Týsklandi, tí ákæruvaldið í Bremen er í ferð við at kanna tíðindi um, at hann var við til at stovna ein kriminellan
leikara. Í vikuskiftinum leikti Nick Jensen við á HB-liðnum, sum spældi javnt 0-0 móti B68 í Klaksvíkskappingini, og tá leikti hann á høgra bakki. Í dystinum sunnudagin móti B36, var Nick Jensen eykamaður [...] og hann kom ikki á vøllin, áðrenn dysturin var blástur av. Birgir Enghamar, formaður í HB, sigur, at talan er um ein leikara, ið sjálvur hevur bjóðað seg fram til HB, men at felagið enn ikki hevur tikið [...] Formaðurin í HB sigur, at hópurin er breiður í løtuni, og tí skal talan verða um ein munandi styrk, áðrenn vit fara at bjóða honum sáttmála. Nick Jensen hevur áður leikt við danska felagnum Kalundborg í næstfremstu
av bestu fótbóltsspælarunum í landinum, so er Pauli Hansen eisini vorðin ein týðandi leikari á besta liðnum hjá StÍF. Bæði í álopinum, har hann er spælskipari, og ikki minst í verjuni, har Pauli hevur leiklutin [...] pallin eftir gullkrónum og steypi, var hann, sum verða man, sera fegin. - Hetta er veldugt. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men vit eru altso best, tá ið talan er um slíkar dystir, har tað er antin eller [...] lættari, heldur Pauli Hansen og leggur afturat, at tað eisini var umráðandi, at skjúttarnir hjá StÍF komu í gongd, tí teir hava sera stóran týdning fyri liðið.
frá landslæknanum, ger kynssjúkan Chlamydia veruliga um seg í Føroyum. Í 2003 vóru heili 87 av Chlamydiaroyndunum, ið tiknar vórðu, positivar. Í tølunum ber eisini til at lesa, at talið av Chlamydiasjúklingum [...] hetta gjørt við eini analysu skipan, nevnd ELISA. Henda skipan var ikki heilt neyv, og tí varð í 2001 ein nýggjur analysuháttur tikin í nýtslu, har DNA teknikkur verður nýttur. Hetta er ein munandi neyvari [...] skipanin. Hetta sæst eisini aftur í tølunum, sum vuksu markant í 2001. Síðani 2001 hava tølini tó bara hildið á at vaksið støðugt, og er hetta ein ábending um, at føroyingar ikki eru nóg ansnir, tá tað kemur
har vesturi í Sudan. ST heldur, at umleið 3.000 fólk eru deyð í hesum álopunum. Ófriðurin tók seg upp fyri einum ári síðani, tá tveir bólkar gjørdu av at gera uppreistur ímóti stjórnini í Khartoum. Hildið [...] Fleiri túsund fólk har vesturi í Sudan, sum eru rýmd frá húsi og heimi og hava leitað sær til grannalandið Tsjad, eru so illa stødd, at neyðugt er at útvega teimum matvøruhjálp sum skjótast. Tað sigur [...] teirra eru farin um markið til Tsjad. ST og altjóða hjálparfelagsskapir siga, at fáa flóttafólkini ikki mat og aðra hjálp skjótt, kann støðan enda sum ein sonn vanlukka. Tað hevur eisini víst seg at vera
sær í juli í fjør, gjørdi Tony Blair, forsætisráðharri, av, at málið skuldi kannast. Hutton lordur varð settur at kanna málið, og í dag kemur frágreiðing hansara, sum kann avgera framtíð Blairs í bretskum [...] . Men hansara dómarafelagar eru ikki í iva. ? Hutton er so avgjørdur og samvitskufullur sum fáir aðrir dómarar. Hann ber orð fyri at ganga egnar leiðir, og hann er ikki bangin fyri at taka tað avgerð, [...] rætta, sama hvørjar avleiðingarnar eru, sigur ein ónevndur dómari um hann. Í dag fæst so at vita, hvørja niðurstøðu hann er komin til í Kelly-málinum.