Dani royndarvenur í HB

Í farnu viku kom danin, Nick Jensen, til Føroya at vitja í eina viku. Nick Jensen er vinmaður danska miðvallaleikaran hjá HB, Martin Christensen, og hann hevur bjóðað seg fram til havarfelagið sum leikara.
Í vikuskiftinum leikti Nick Jensen við á HB-liðnum, sum spældi javnt 0-0 móti B68 í Klaksvíkskappingini, og tá leikti hann á høgra bakki. Í dystinum sunnudagin móti B36, var Nick Jensen eykamaður, og hann kom ikki á vøllin, áðrenn dysturin var blástur av. Birgir Enghamar, formaður í HB, sigur, at talan er um ein leikara, ið sjálvur hevur bjóðað seg fram til HB, men at felagið enn ikki hevur tikið støðu til, um Nick Jensen fær bjóðað sáttmála við HB. Formaðurin í HB sigur, at hópurin er breiður í løtuni, og tí skal talan verða um ein munandi styrk, áðrenn vit fara at bjóða honum sáttmála. Nick Jensen hevur áður leikt við danska felagnum Kalundborg í næstfremstu donsku deildini.