Sambært frágreiðingini frá landslæknanum, ger kynssjúkan Chlamydia veruliga um seg í Føroyum. Í 2003 vóru heili 87 av Chlamydiaroyndunum, ið tiknar vórðu, positivar.
Í tølunum ber eisini til at lesa, at talið av Chlamydiasjúklingum, stútt er vaksið síðan 1994.
Um tú, fram til 2001, vart kannaður fyri Chlamydiu, varð hetta gjørt við eini analysu skipan, nevnd ELISA. Henda skipan var ikki heilt neyv, og tí varð í 2001 ein nýggjur analysuháttur tikin í nýtslu, har DNA teknikkur verður nýttur. Hetta er ein munandi neyvari kanningarháttur, ið "fangar" fleiri Chlamydiasjúklingar, enn gamla skipanin.
Hetta sæst eisini aftur í tølunum, sum vuksu markant í 2001. Síðani 2001 hava tølini tó bara hildið á at vaksið støðugt, og er hetta ein ábending um, at føroyingar ikki eru nóg ansnir, tá tað kemur til kynslívið.
Chlamydia smittar við kynsligum sambandi, men kann fyribyrgjast við hít.
Eingin tilburður av hinum stóru kynssjúkunum, gonnoré, syfilis ella AIDS, var staðfestur í 2003.