Fýra ár í Gunatanamo

Tann 24 ára Murat Kurnaz, sum er av turkiskum uppruna, men sum hevur búð í Týsklandi í fleiri ár, er komin til Týsklands eftir at hava verið fýra ár í amerikonsku fangaleguni Gunatanamo í Kuba.

Kurnaz, sum í týskum fjølmiðlum hevur verið umrøddur sum "Talibanin úr Bremen", varð tikin í Pakistan stutt eftir atsóknina at USA tann 11. september í 2001. Har sat hann í fongsli í eitt ár og varð síðani fluttur við flogfari til Guantanamo, tí amerikanararnir høvdu illgruna um, at hann var limur í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.

Murat Kurnaz hevur alla tíðina noktað seg sekan, og amerikonsku myndugleikarnir hava heldur ikki kunnað prógva, at hann hevur havt samband við al-Qaeda. Kortini er tað ikki vist, at hann sleppur at verða verandi í Týsklandi, tí ákæruvaldið í Bremen er í ferð við at kanna tíðindi um, at hann var við til at stovna ein kriminellan felagsskap. Kann tað prógvast, verður Kurnaz helst vístur úr Týsklandi, skrivar DPA.