Fótbóltur
Christian Lamhauge Holst skeyt sítt fyrsta superligumál, tá Lyngby í gjárkvøldið vitjaði í Odense. Holst fekk annars eisini bóltin í netið sunnudagin, tá Lyngby tapti 0-3 fyri Randers, men ta ferðina varð málið tó kolldømt. Tað varð tað tó ikki eftir bara 10 minuttum í Ådalen. Lyngby byrjaði við góðum trýsti móti OB, og teir høvdu eisini møguleikar at økja um leiðsluna, tó at hetta varð av ongum.
Sum dysturin leið, kom OB alt betri við í dystin. Og tað var eisini uppiborið, at innskifti Mads Timm eitt korter inn í seinna hálvleik kundi javna.
Seinastu løtuna átti OB alla sum hon var. Men fríspark varð dømt móti David Nielsen, tá hesin helt seg hava stútað sigursmálið í kassin, og í yvirtíðini hevði Jonas Borring gyltan møguleika at fáa fatur á øllum stigunum.
Tað fekk OB tó ikki, og so hevur Lyngby fingi ðsíni fyrstu superligustig, síðani felagið fór á húsagang fyri seks árum síðani.