Fløska í Vági fær eftirspæl

Ein fløska varð tveitt inn á vøllin undir Formuladystinum millum VB/Sumba og HB í Vági sunnudagin. Fløskan tóktist verða ætlað øðrum hjálpardómaranum, og hendingin er fráboðað til FSF, har kappingarnevndin fer at viðgera hendingina


Seint í dystinum millum VB/Sumba og HB í Vági sunnudagin tveitti ein áskoðari eina fløsku inn á vøllin. Fløskan tóktist verða ætlað øðrum hjálpardómaranum í dystinum, men hon gjørdi ikki nakran skaða.
Hinvegin fær hendingin eitt eftirspæl, tí dómarin í dystinum hevur sent FSF eina frágreiðing um tilburðin.
- Eg fái ikki sagt nakað um hendingina í løtuni, men eg kann vátta, at eg havi skriva eina frágreiðing um hendingina til FSF, sigur Eiler Rasmussen, dómari.
 
VB/S skal greiða frá
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum viðger slík mál, og formaðurin í nevndini váttar, at teir fara at viðgera hendingina í Vági sunnudagin.
- Vanlig mannagongd í slíkum málum er, at vit biðja avvarðandi felagið um eina frágreiðing, og síðani taka vit eina støðu í málinum. Tað fara vit at gera, so skjótt sum VB/Sumba hevur latið okkum eina frágreiðing, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF.
Líknandi tilburðir hava áður verið, og tá hevur revsingin vanliga verið ávaring ella bót.