Evropeiskur fótbóltur bleiv enn einaferð vitni til eina keðiliga rasismu-sak, tá Champions League-kvalifikatiónsdystir vóru á skránni í gjár.
Ein av hesum dystum bleiv leiktur í Montenegro, har FK Zeta tók ímóti skotska stórfelagnum Glasgow Rangers. Her blivu tveir av littu leikarunum hjá Rangers, DaMarcus Beasley og Jean-Claude Darcheville, útsettir fyri rasistiskum rópum gjøgnum allan dystin.
Talsmaðurin hjá UEFA, William Gaillard, sigur, at UEFA tekur sakina í størsta álvara. ? Í okkara politikki finna vit okkum slett ikki í slíkum, sum hendi í dystinum. Vit hava tí tikið avgerð um at gera eina kanning frá dystinum, har nógv vitni vóru til ókvæmisorðini frá heimaáskoðarunum.
Fyri ein av littu leikarunum, sum vóru útsettir fyri rasistisku rópunum, er hetta ikki nakað nýtt. Allíkavæl er hendingin líka keðilig hvørja ferð. ? Vit eru í 21. øld, og vit hava enn trupulleikar við rasismu, segði ein skuffaður Beasley eftir dystin. ? Eg havi tó roynt hetta fyrr ? serliga tá eg spældi við PSV Eindhoven, legði hann afturat.