Hungur í Sudan

Fleiri túsund fólk har vesturi í Sudan, sum eru rýmd frá húsi og heimi og hava leitað sær til grannalandið Tsjad, eru so illa stødd, at neyðugt er at útvega teimum matvøruhjálp sum skjótast. Tað sigur matvørustovnurin hjá ST.

Sagt verður, at talan er yvirhøvur um kvinnur og børn, sum eru flýdd undan hernaðarligum bólkum, sum herja smábygdirnar har vesturi í Sudan. ST heldur, at umleið 3.000 fólk eru deyð í hesum álopunum. Ófriðurin tók seg upp fyri einum ári síðani, tá tveir bólkar gjørdu av at gera uppreistur ímóti stjórnini í Khartoum. Hildið verður, at umleið 600.000 fólk eru flýdd undan bardøgunum, og at umleið 95.000 teirra eru farin um markið til Tsjad.

ST og altjóða hjálparfelagsskapir siga, at fáa flóttafólkini ikki mat og aðra hjálp skjótt, kann støðan enda sum ein sonn vanlukka. Tað hevur eisini víst seg at vera vandamikið hjá hjálparfólkunum at arbeiða á sudanska markinum, tí uppreistrarmenninir virða tey ikki sum óheft hjálparfólk.