Tá David Kelly valdi at taka lívið av sær í juli í fjør, gjørdi Tony Blair, forsætisráðharri, av, at málið skuldi kannast. Hutton lordur varð settur at kanna málið, og í dag kemur frágreiðing hansara, sum kann avgera framtíð Blairs í bretskum politikki.
Hóast Hutton lordur er dómari, vóru tað mong, sum ivaðust í, um hann var tann rætti maðurin til at kanna málið. Spurt varð, um hann kundi tryggja eina óhefta kanning, og sum hann var førur fyri at standa ímóti møguligari ávirkan frá teimum politisku myndugleikunum.
Men hansara dómarafelagar eru ikki í iva.
? Hutton er so avgjørdur og samvitskufullur sum fáir aðrir dómarar. Hann ber orð fyri at ganga egnar leiðir, og hann er ikki bangin fyri at taka tað avgerð, sum hann heldur vera rætta, sama hvørjar avleiðingarnar eru, sigur ein ónevndur dómari um hann.
Í dag fæst so at vita, hvørja niðurstøðu hann er komin til í Kelly-málinum.