Pinkubarn doyði í ferðsluvanlukku

Ein ferðsluvanlukka við Sandvíkarhjalla kravdi lívið á einum trimum mánaða gomlum pinkubarni

Ferðsluvanlukka

Brádliga hálkan mikukvøldið kom óvart á fleiri bilførarar kring landið. Í nógvum førum vóru bilar ikki skøddir eftir umstøðunum, og í fleiri førum stóðust skaðar av hesum.
Við Sandvíkarhjalla hendi ein vanlukka, sum kravdi lívið á einum tríggja mánaða gomlum barni. Um níggju tíðina á kvøldi fekk Alarmsentralurin boð um, at ein jeepur og ein persónbílur høvdu rent saman á landsvegnum norðanfyri Sandvíkarhjalla.
Jón Klein Olsen, politikommiserur, sigur, at talan var um stóran materiellan skað. Tvey vaksin og eitt pinkubarn vóru í persónbilinum, og tað stóð greitt, at støðan hjá barninum var vánalig. Ein persónur var í jeepinum.
Alt fyri eitt vórðu fólkini í persónbilinum flutt á Landssjúkrahúsið. Støðan hjá barninum batnaði tó einki, og tað andaðist um seks tíðina hósmorgunin.
Annars sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at talan var um onnur smávegis óhapp í ferðsluni í býnum. Í hesum førunum var tó ikki talan um persónsskaða, men bert smávegis materiellan skaða.