lógarinnar hægsti verji, landsstýrismaðurin, mentamálaráðharrin, setir alt til viks og gevur eftir fyri teimum smartu, so svíkur hann sína fremstu skyldu, sum er at umsita eitt málsøki eftir lógarinnar bókstavi [...] HAVA vit ikki enn fingið nóg mikið av sterkum monnum, sum halda seg automatiskt fáa skil fyri øllum í somu løtu, teir gerast landsstýrismenn? Er hetta tann nýggja og betraða rættartrygdin, at ein land [...] sláa nevan í borðið og siga Sámali Peturi, at eitt minstamark av sakligheit má leggjast til grund fyri mentanarpolitiskum avgerðum. Vit skilja væl, um landsstýrismaðurin innast inni er illa við av sínum
millum partarnar á tí seinasta fundinum. At fundurin endar við, at formenninir skulu tosa saman aftur fyri møguliga at avtala nýggjan fund - um nakað er at tosa um - sigur so mikið sum, at eingin av pørtunum [...] koma niður aftur og fóta sær er teirra trupulleiki og ikki okkara. Og hví skulu føroyingar hjálpa teimum við eitt nú at slaka! Eru føroyingar als ikki komnir við nøkrum útspæli men føra eina kontanta og [...] miðlinjuna. Um bretar út frá taktiskum orsøkum hava viljað havt eitt mark, sum liggur langt vestan fyri eina miðlinju, er ilt at meta um. Helst hava teir kravt nóg mikið, so teir hava havt okkurt at slaka
at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig [...] útbyggja møguleikarnar fyri at troyta fiskasløgini eitt nú sildina, sum svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi [...] Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka júst hetta málið fram og rósa teimum, sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella
sessi, løgmanssessinum. Sum so eigur løgmaður til eina og hvørja tíð at vera umboð fyri ikki bert sín egna flokk men fyri alt landið. AT Atli Hansen tekur so dýran til, sum hann ger leygardagin, er í okkara [...] við løgmann. TAÐ er einki óvanligt í tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at vera nakað ónáttúrligt í tí, at flokkar, [...] alment finnast harðliga at sínum egna formanni og løgmanni. EIN kann siga, at hetta er gott og sunt fyri demokratiið, at fólk í einum flokki hava møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað
forðar fyri eini neyðugar havnaútbygging í Fuglafirði. Tað kann ikki vera nøkur meining í at gera avtalur við danir, sum seta forðingar fyri hjá tí almenna at skapa tær neyðugur fortreytirnar fyri einum [...] vilja varðveita búpláss uttan fyri miðsteðarøkið og tí mugu vit solidariskt vera við til at halda lív í hesum økjum. Hetta kann m.a. vera gjørt við eini ?Sandoyarætlan? fyri Vágoynna. UNDIR øllum umstøðum [...] umstøðum mugu tað ikki verða lagdar forðingar í vegin fyri, at kommunur og landið kunnu stuðla virkseminum í eini bygd. Og er tað so, at vit við teimum avtalum, sum eru gjørdar við danir, forða eitt nú kommunum
føroyskir tónleikarar høvi at framføra, og hesir fýra dagarnir við festivalinum eru ríkir tónleikadagar fyri okkum øll bæði tey sum framføra og tey sum lurta. SEINNU ÁRINI hevur Jazzfestivalurin í Norðurl [...] vegir, og tað er at fegnast um. Liggja vit fjarðskotin reint geografiskt, so er heimurin við øllum teimum nútímans hentleikum so nær sum ongantíð áður, og tað hevur sanniliga áhuga at sleppa at hoyra útlendsk
ynski um at kunna fara undir at útbyggja møguleikarnar fyri at taka ímóti pelagiskum fiskasløgum fyri harvið at skaffa fleiri fólkum arbeiði og fyri at vaksa um útflutningsvirðið. ROYNT hevur verið at kunna [...] hann gjørt meira fyri hesi ætlan. Alt tykist at enda á borðinum hjá kommunumálaráðharranum. Tað kann ikki koma víðari, tí avtalan við danir sigur, at tað almenna má ikki veðhalda fyri havnaútbyggingum [...] VIT ákæra. Løgmann og alt fylgi hansara í Tinganesi. Fyri eina ótrúliga vánaliga og vanvirðiliga handfaring av eini tí størstu og kanska mest áhugaverdu vinnuætlan í føroyskari søgu. Tað snýr seg um ætlanina
smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, at tað átti ikki at komið fyri, at landsstýrismenn hvør í sínum lag brigda hvønn annan fyri ikki at hava røkt sítt arbeiði til lítar. EFTIR okkara tykki eru úttalilsini [...] verð kundi tað hent, at fyrst fíggjarmálaráðharrin leggur eftir sínum medráðharrum fyri at hava sovið í tímanum og fyri at hava verið ábyrgdarleysir - og harnæst hinir ráðharrarnir leggja fíggjarmálaráðharran [...] - er skúladømi um vánaligt arbeiði og tað er í veruleikanum at halda bæði tingmenn og Føroya fólk fyri gjøldur og tað turra spott. TÍ orðaskifti um fíggjarlóg eigur at kunna byggja á nøkur gjøgnumarbeidd
aftur ranguna á fólkaflokspolitikki, tá hann er mest avdúkandi. Nevnliga skammiliga vanvirðingin fyri teimum veiku í samfelagnum. Tað var undir fíggjarlógarumrøðuni, at formaðurin í tingbólki fólkafloksins [...] fólkatingi. Eingin tekur mannin fyri fult - mannin, sum føroyingar hava sent til Christiansborg at tala søk føroyinga. Hvussu skulu somu donsku politikarar taka okkum í Føroyum fyri fult, tá vit ferð eftir ferð [...] júst tey arbeiðsleysu, tey veiku og sjúku altíð skulu fáa slíkt skoðsmál eigur at undra. Hvat vit teimum, sum við høgari útbúgving og framstandandi størvum bæði inn tað almenna og tað privata útnytta systemið
á stjórnina fyri at sleppa út í tað umstrídda ?Hvíta økið?. Spurningurin er hvørjum tú skal trúgva. Tað er neyvan nakar ivi um, at Bretland fer ikki uttan víðari at geva nakað frá sær fyri okkara skyld [...] keisarans vinir í Bretlandi í dag. Støðan er nevniliga tann, at fleiri av teimum seinastu stóru oljufundunum so sum Stratford, eru fyri stóran part á norskum øki. Soleiðis sum Sosialurin hevur skilt støðuna [...] Marknatrætan við Bretland kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri leiting á landgrunninum. Fara føroyskir myndugleikar at útseta eina komandi útbjóðing, tí eingin loysn er funnin á marknaósemjuni, kann tað