altráðir eftir at fáa fatur á Ronaldinho, sum er sáttmálabundin at Barcelona. Sagt verður, at Milan her fyri beyð Barcelona ikki minni enn 750 mió kr. fyri spælaran, sum hartil kundi rokna við at fáa eina
a frá seinna heimsbardaga, sjálvt um bæði Kina og Suðurkorea høvdu mælt honum frá at gera tað. Hetta er fimta árið, at Koizumi vitjar tann umstrídda Yasukumi-minnisvarðan, sum varð reistur til minnis um [...] ferð, at hann hevur vitjað minnisvarðan tann 15. august, sum var dagurin, tá Japan gav seg yvirv í 1945. Myndugleikarnir í Kina og Suðurkorea hava mótmælt øll fimm árini, tí teir vilja vera við, at minnisvarðin
løtt uppgáva. Hann kláraði tó at gera eitt mál við skoti úti frá, og hetta mál mundi tryggjað ÍF øll stigini. - Dysturin fekk ein sera keðiligan enda, tí vit hildu als ikki, at talan var um brotsspark. Ein [...] hevði einki við brotsspark at gera, sigur Hanus Eliasen. - Frammanundan høvdu vit verið nøgdir við javnleik, men nú eftir dystin eru vit sera skuffaðir, tí vit vóru so nær við at vinna, og so skuldi tað enda
Meinhardt Joensen er ein rættiligur serfrøðingur í at bjarga brotsspørkum. Sunnudagin fekk B68 brotsspark í fyrra hálvleiki, men tá ið Ove Magnussen varð settur at skjóta, bjargaði Meinhardt skotinum. - Hetta [...] straffinum, sum teir fingu, sigur Meinhardt. Hann viðurkendi eftir dystin, at KÍ kom undir trýst í seinna hálvleiki.- Tað var effektin av, at vit mistu ein spælara, og teir skoraðu eitt mál. Eftir hetta lótu vit
og innlegg, men vit forðaðu teimum í at fáa opnar kjansir. Hinvegin høvdu vit onkrar kjansir, og tí var tað als ikki óuppiborið, at vit fingu stig burtur úr dystinum. Eg hevði tó vilja havt øll trý stigini [...] Teir á heimaliðnum vóru vónbrotnir um, at teir ikki fingu øll trý stigini til høldar, hóast teir vóru á odda beint fyri leiklok. - Eg var rættiliga argur eftir dystin, tí vit tveita aftur hetta vikuskiftið [...] vikuskiftið ein sigur burtur. Vit áttu at hildið fast seinastu løtuna, sigur Símun Eliasen, spælandi venjari hjá ÍF. - GÍ hevði bóltin nógv, men teir komu ikki til veruligar kjansir. Teir høvdu onkur horna og
fjølmiðlum vóru 45 børn við flogfarinum. Ukrainsku myndugleikarnir siga, at flogfarið hvarv av radaraskíggjanum tveir minuttir eftir, at tað hevði sent neyðarkall. Sambært talsmanninum hjá myndugleikunum var [...] var flogfarið tá í 10.000 metra hædd. Eldur var í tí, og tá flogskiparin ætlaði sær at neyðlenda, datt flogfarið niður nærhendis býnum Donetsk. Veðrið var vánaligt har á leiðini. Tupolev 154-flogfarið skuldi [...] skuldi til St. Pætursborg, og í floghavnini ha vóru vinir og skyldfólk komin at taka ímóti ferðafólkunum, men til fánýtis.
soleiðis at byrja verður við 400m svimjing, síðan verður cykkla 10km, og til síðst 3km renning. Kappingin byrjar á sandinum heimanfyri Mentanarhúsið,og øll kappingin verður inni í bygdini. Fyri at luttaka [...] og eldri Menn, 15ár og yngri Menn, 16ár og eldri Sagt verður frá fyrireikarunum, at tilmelding til kappingina eigur at verða gjørd í seinasta lagi 1. juli.
í Sjónvarpi Føroya, sigur, at sjónvarpið hevur fingið góðan respons frá fólki nú tíðindasendingin er flutt fram. Tí hevur leiðslan í sjónvarpinum avgjørt, at halda fram við at senda Dag og viku klokkan [...] sunnudagin. Hetta verður í fyrstu syftu gjørt í eina royndartíð, áðrenn endalig støða verður tikin um at flyta tíðindasendingina fast fram. Hvussu leingi Dagur og vika verður send klokkan 19 , er ikki endaliga
bert fólk við tilknýti til Vestmanna, sum fara at sýna fram á listaframsýningini í Vestmanna Skúla á Fjarðastevnu. Framsýningin er rættuliga áhugaverd, tí at talan er bæði um málningar, seymaðar og vovnar [...] vovnar myndir, umframt ymiskar tilevnaðar prýðislutir. Nógv av teimum umleið 20 fólkunum, sum fara at sýna fram, eru vestmenningar, sum ongantíð áður hava tikið lut á einari listaframsýning. Tað er VÍF, sum [...] , sum er opin leygardagin frá kl. 18 til 22, og sunnudagin frá kl. 14 til 22. Tað kostar 20 krónur at koma inn á framsýningina, og allar inntøkurnar fara óskerdar til keyp av list, ið verður latin stovnum
fótbóltur Danska heimasíðan bold.dk skrivar, at 19 ára gamli AGF-spælarin Martin Beck Andersen eftir øllum at døma skal spæla fyri eitt føroyskt felag Ungi og evnaríki miðvallarspælarin spældi fýra dystir [...] hjá AGF í heyst, men nú er hann kanska á veg til eitt føroyskt felag. Heimasíðan bold.dk skrivar, at spælarin í vikuni varð kontaktaður av einum fótbóltsumboðsmanni við góðum sambandi við føroyskan fótbólt [...] saman við føroyska felagnum sínum. Bold.dk setir ikki navn á føroyska felagið, men vit hava skilt, at GÍ fer á venjingarlegu í Íslandi í næstum.