Sambært sponskum miðlum, eru Milan og Silvio Berlusconi altráðir eftir at fáa fatur á Ronaldinho, sum er sáttmálabundin at Barcelona. Sagt verður, at Milan her fyri beyð Barcelona ikki minni enn 750 mió kr. fyri spælaran, sum hartil kundi rokna við at fáa eina lønarhækkan úr 60 upp í 90 mió kr. um árið.
Men hóast upphæddin er stór, so hevur Barcelona als ongar ætlanir um atseelja. Og Ronaldinho sjálvur ætlar sær heldur ongan veg.
-Eg havi tað gott í Barcelona, og áskoðararnir fara væl við mær. Og pengar eru jú heldur ikki alt, sigur spælarin. Men við slíkari ársløn hevur hann helst eisini ráð til slíkar tankar&










