Dagur og vika klokkan 19

Eina tíð framyvir fer Sjónvarp Føroya at senda tíðindasendingina, Dag og viku, klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20

Meðan EM-endaspælið hevur verið seinastu vikurnar, hevur tíðindasendingin hjá Sjónvarpi Føroya, Dagur og vika, verið send klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20, orsakað av fótbóltsdystunum.
Katrin Petersen, virkandi tíðindaleiðari, í Sjónvarpi Føroya, sigur, at sjónvarpið hevur fingið góðan respons frá fólki nú tíðindasendingin er flutt fram. Tí hevur leiðslan í sjónvarpinum avgjørt, at halda fram við at senda Dag og viku klokkan sjey, sjálvt um EM-endaspælið endar sunnudagin.
Hetta verður í fyrstu syftu gjørt í eina royndartíð, áðrenn endalig støða verður tikin um at flyta tíðindasendingina fast fram. Hvussu leingi Dagur og vika verður send klokkan 19 , er ikki endaliga avgjørt enn.