Vitjaði minnisvarða

Japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, vitjaði í gjár ein minnisvarða frá seinna heimsbardaga, sjálvt um bæði Kina og Suðurkorea høvdu mælt honum frá at gera tað.

Hetta er fimta árið, at Koizumi vitjar tann umstrídda Yasukumi-minnisvarðan, sum varð reistur til minnis um teir japanarnar, sum blivu dømdir fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur vitjað minnisvarðan tann 15. august, sum var dagurin, tá Japan gav seg yvirv í 1945.

Myndugleikarnir í Kina og Suðurkorea hava mótmælt øll fimm árini, tí teir vilja vera við, at minnisvarðin heiðrar framferðini hjá japanska herinum undir heimsbardaganum, sum kostaði 2,5 milliónum japanarum lívið.