Triathlon á varmakeldu

Leygardagin, 3. juli, verður triathlon kapping hildin í Fuglafirði

Triathlonkapping verður á Varmakeldustevnuni í ár.
Kappingin verður fyri bæði kvinnur og menn, og teinarnir verða soleiðis at byrja verður við 400m svimjing, síðan verður cykkla 10km, og til síðst 3km renning.
Kappingin byrjar á sandinum heimanfyri Mentanarhúsið,og øll kappingin verður inni í bygdini.
Fyri at luttaka mugu luttakararnir hava antin vátdrakt ella froskmannadrakt.
Vinnararnir ( 1-2-3) í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir, og kappingin verður bólka soleiðis:
Kvinnur, 15ár og yngri
Kvinnur, 16ár og eldri
Menn, 15ár og yngri
Menn, 16ár og eldri

Sagt verður frá fyrireikarunum, at tilmelding til kappingina eigur at verða gjørd í seinasta lagi 1. juli.