Hanus Eliasen stríddist mangan einsamallur í álopinum hjá ÍF sunnudagin, og tað var ikki nøkur løtt uppgáva. Hann kláraði tó at gera eitt mál við skoti úti frá, og hetta mál mundi tryggjað ÍF øll stigini.
- Dysturin fekk ein sera keðiligan enda, tí vit hildu als ikki, at talan var um brotsspark. Ein onnur støða fyrr í dystinum líktist meira einum brotssparki, men hatta hevði einki við brotsspark at gera, sigur Hanus Eliasen.
- Frammanundan høvdu vit verið nøgdir við javnleik, men nú eftir dystin eru vit sera skuffaðir, tí vit vóru so nær við at vinna, og so skuldi tað enda soleiðis, sigur hann.