Meinhardt Joensen er ein rættiligur serfrøðingur í at bjarga brotsspørkum. Sunnudagin fekk B68 brotsspark í fyrra hálvleiki, men tá ið Ove Magnussen varð settur at skjóta, bjargaði Meinhardt skotinum.
- Hetta var fjórða straffi, sum eg bjargaði í ár. Eg skuldi eisini havt bjargað tí seinna straffinum, sum teir fingu, sigur Meinhardt.
Hann viðurkendi eftir dystin, at KÍ kom undir trýst í seinna hálvleiki.- Tað var effektin av, at vit mistu ein spælara, og teir skoraðu eitt mál. Eftir hetta lótu vit okkum trýsta aftur á vøllin, og hóast teir ikki høvdu so nógvar kjansir í seinna hálvleiki, so máttu vit verja mesta av tíðini, sigur hann.