Her endaði summarferðin

Tey flestu ferðafólkini umborð á Tupolev 154-flogfarinum høvdu hildið summarfrí við Svartahavið og vóru á veg heimaftur, tá flogfarið datt niður.

Øll tey 170, sum vóru við russiska flogfarinum, sum datt niður í Ukraina í gjár, doyðu. Ferðafólkini vóru 160 í tali, og manningin taldi 10. Sambært russisum fjølmiðlum vóru 45 børn við flogfarinum.

Ukrainsku myndugleikarnir siga, at flogfarið hvarv av radaraskíggjanum tveir minuttir eftir, at tað hevði sent neyðarkall. Sambært talsmanninum hjá myndugleikunum var flogfarið tá í 10.000 metra hædd. Eldur var í tí, og tá flogskiparin ætlaði sær at neyðlenda, datt flogfarið niður nærhendis býnum Donetsk. Veðrið var vánaligt har á leiðini.

Tupolev 154-flogfarið skuldi til St. Pætursborg, og í floghavnini ha vóru vinir og skyldfólk komin at taka ímóti ferðafólkunum, men til fánýtis.