Argir um javnleikin

Teir á heimaliðnum vóru vónbrotnir um, at teir ikki fingu øll trý stigini til høldar, hóast teir vóru á odda beint fyri leiklok.
- Eg var rættiliga argur eftir dystin, tí vit tveita aftur hetta vikuskiftið ein sigur burtur. Vit áttu at hildið fast seinastu løtuna, sigur Símun Eliasen, spælandi venjari hjá ÍF. - GÍ hevði bóltin nógv, men teir komu ikki til veruligar kjansir. Teir høvdu onkur horna og innlegg, men vit forðaðu teimum í at fáa opnar kjansir. Hinvegin høvdu vit onkrar kjansir, og tí var tað als ikki óuppiborið, at vit fingu stig burtur úr dystinum. Eg hevði tó vilja havt øll trý stigini, sigur hann.