fótbóltur
Danska heimasíðan bold.dk skrivar, at 19 ára gamli AGF-spælarin Martin Beck Andersen eftir øllum at døma skal spæla fyri eitt føroyskt felag
Ungi og evnaríki miðvallarspælarin spældi fýra dystir á superligaliðnum hjá AGF í heyst, men nú er hann kanska á veg til eitt føroyskt felag.
Heimasíðan bold.dk skrivar, at spælarin í vikuni varð kontaktaður av einum fótbóltsumboðsmanni við góðum sambandi við føroyskan fótbólt, og gongur alt eftir ætlan, fer Martin Beck í næstu viku á venjingarlegu í Íslandi saman við føroyska felagnum sínum.
Bold.dk setir ikki navn á føroyska felagið, men vit hava skilt, at GÍ fer á venjingarlegu í Íslandi í næstum.