universitetinum í Keypmannahavn. Hann kom í mong ár at verða studentaskúlalærari í Hoydølum. Og var hann í starvi, har til hann gjørdist deildarstjóri í Landsstýrinum í 1990, og hann arbeiddi í Mentamálaráðnum [...] um føroyska søgu í nýggjari tí. Eitt arbeiði sum hann og Sámal T.F. Johansen gjørdu saman. Tað er eisini nógv annað sum hann hevur lagt úr hondum, sum ikki er nevnt her, millum annað álit á mentanarøkinum [...] inum av søguligum og mentunarsøguligum virði. Jákup Thorsteinsson undirvísti eisini í fleiri ár í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, og var hann mettur at vera ein sera góður lærari, sum legði stóran dent
her ella eitt annað dér, so fært tú kurvarnar og stabbarnar í stundini at kneisa her ella ella at leggja seg flatar har, og tú fær í sama andadrátti svar uppá allar spurningar, sum hava verið loynidómar [...] tú leggur í at eiga í útlondum um 5, 10 ella 15 ár. Allur ivi verður sum blástur burtur, og tað er keine hexerei, nur behendigkeit. Eg havi sjálvur sæð hetta búskaparfrøðisliga telduspælið í aktión á einum [...] fullveldinum. Tí ilt er at taka tað í álvara í so ómetaliga týdningarmiklum og lagnutungum máli fyri alt fólkið. At síggja til, so tykist tað vísindaliga prinsippið í hesum sonevnda búskaparmodellinum at
kvinnulandsliðið taka lut í EM-undankappingini, sum verður leikt í oktober mánaði í ár, men formaðurin í HSF sigur, at hesar ætlanirnar nú eru sleptar. - Tað verður so ikki í slíkum høpi, at vit fara at [...] at hoyrt í Danmark um altjóða luttøkuna hjá kvinnum, men hetta man í øllum førum vera broytt seinnu árini. Her í Føroyum tykist tað tó framvegis vera so, at áskoðanirnar um hetta eru ymiskar. Í samrøðu [...] ársskifti var Kári Mortensen tó av teirri áskoðan, at hann fyri alt í verðini vildi hava, at kvinnurnar eisini sluppu upp í part. Hansara áskoðan í hesum var, at fyri útbreiðsluna av hondbóltinum hevði eitt k
Hesa ferð høvdu teir í Ikast vitjan av AB. Akademikararnir hava seinastu vikurnar verið í nánd av bronsukrónunum, men nú eru teir dotnir burtur ímillum í tí kappingini. Fyrst taptu teir trý stig á skriviborðinum [...] útlendingar á vøllinum í Århus, og so taptu teir hesa ferð 2?0. Síðsti dysturin í triði síðsta umfarinum varð spældur í gjárkvøldið. Hann var millum Esbjerg og Silkeborg. Úrslitið í tí dystinum hevði týdning [...] eisini komandi ár at spæla í bestu deildini. At Vejle ikki megnaði at vinna ímóti Lyngby var einki minni enn ein skandala. Tað eru teir í Vejle samdir við restini av danska fótbóltsheiminum í. Komandi vikuskifti
- Eg kann ikki annað enn vera glaður fyri, at eg eri so høgt í metum hjá Anfinni Kallsberg, at hann vil hava meg til nýggjan formann í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen sigur, at ferð tað einaferð at standa [...] at lesa í. Tað fyrsta hálva árið var so strævið, at eg næstan angraði, at eg var farin í holt við hetta so óroyndur sum eg var í politikki, tí ágangurin var so stórur, at eg varð næstan koyrdur í senk. Men [...] nakrar eginleikar, eg haldi høvdu gagnað mær í einum starvi sum formaður fyri einum flokki. - Í fyrsta lagi haldi eg, at eg havi royndirnar eftir skjótt 16 ár í politikki. Og so haldi eg eisini, at eg havi
fiskidagaskipan kom í gildi miðskeiðis í 1990 árunum Týðuligt er, at politiska skipnanin undanfarnu árini totalt hevur mist tamarhaldið á støðuni og bara latið staðið til. Ár eftir ár eru bæði størri, og [...] so hvørt er vaksið fleirfalt skerjingarnar, - hava í veruleikanum bara verið eitt eiti og eitt spæl fyri gallarínum hjá politiskum opportunistum, sum hava hugsað, at slíkur ryggleysur “laizzes faire “ [...] politikarar í síni betrivitan at sláa í stumpar og stykkir. Aðalmálið sær út til at vera at fyrilitarleysa týningin av fiskastovnunum bara skal halda fram líka til alt okkara fiskatilfeingi er lagt í oyði.
Arne Vatnhamar er í løtuni staddur á Base Camp, og har hevur hann verið í fimm dagar. Í morgin fara teir víðari til Interim Advanced Camp, sum liggur í 6000 metra hædd. Eftir nakrar dagar í Interim Advanced [...] Camp, sum er í 6400 metra hædd. Í Advanced Base Camp skulu Arne Vatnhamar og hinir klintrararnir venja seg við hæddirnar og venja. Teir fara millum annað at klintra til »North Cole«, sum liggur í 7100 metra [...] nógvum søgum um sigrar, vanlukkur og ævintýr. Yvir 5000 fólk hava verið á fjallatindinum, og 219 eru deyð á ferðini. Í dag er talið komið uppá í øllum førum 231, tá ið tað hoyrdist, at 12 fjallaklintrarar
Í Eystara Landsrætti í morgun royna Thomas Rørdam og Christian Andreasen verja John Petersen, sum í Føroya Rætti í november í fjør varð dømdur fyri neyðtøku av eini 17 ára gamlari gentu tvey ár frammanundan [...] ves í einar 5 minuttir. Harafturat varð víst á, at allar hurðarnar í íbúðini hjá John Petersen kunnu latast upp innanífrá, tí tær hava knarva á lásunum. John Petersen avísti í morgun enn einferð í lan [...] koma fram við málinum. Hann tosaði í hesum sambandi fleiri ferðir við mammuna, ið skrivaði alt upp, ið hann segði. Millum annað hevur hon skrivað, at John Petersen í einari samrøðu spurdi mammuna, um gentan
ræður um menningarhjálp í frammandum londum. Føroyingar hava í nógv ár skavað nakrar fáar hundrað túsund krónur saman á fíggjarlógini til menningarhjálp og neyðhjálp, men næsta ár skulu tríggjar milliónir [...] Í áttatiárunum var hann í Liberia og í nítiárunum í Botswana. ? Føroyingar mugu tryggja sær, at pengarnir verða brúktir rætt, og at teir veruliga hjálpa fólki úti í heimi, sigur hann. Mugu kenna tørvin [...] nyttu av øðrum føroyingum, sum virka úti í heimi ? til dømis trúðboðarum. ? Hesir kenna umstøðurnar í sínum øki sera væl, teir hava verið á sama staði í nógv ár, og lokala fólkið hevur álit á teimum. Tað
útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20% og heitt varð á landsstýrið um at fáa hetta við í avtalu, sum skal gerast í Keypmannahavn. Nú ger tingmaðurin Bjarni Djurholm í fyrispurningi til landsstýr [...] staðfestan á COP15, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri møguligari oljuvinnu í føroyskum sjóøki. Tingmaðurin, sum í fleiri ár var oljumálaráðharri og tí eigur vita, hvat hann tosar um, sigur, at samanborið [...] oljuleið í okkara sjóøki fer at hava árligt útlát uppá uml. 200.000 tons CO2, sum er meira enn samtykti niðurskurðurin hjá Føroyum fram til 2020. Verður løgtingssamtyktin einvegis staðfest í Keypmannahavn